Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá skinheilagir politikarar føla trongd til at vaska hendur alment

Onkrir av somu politikarunum, ið sprongdu allar tíðarrammur, yvirhoyrdu allar ávaringar um avleiðingar og síðani við meirilutadiktaturi broyttu pensiónsskattaskipanina til eina sera ósolidariska skipan við innbygdari Matteuseffekt, ið sum kunnugt gevur teimum, ið hava nokk frammanundan, meðan tikið verður frá hinum, ið lítið og onki hava, onkrir av hesum trína nú fram í øðrum máli við trongd til at vaska hendur í almenna rúminum.

Sama skinheilaga slagið hevur einvegis - stikk ímóti so gott sum øllum hoyringssvarum – eisini við meirilutadiktaturi – avhøvdað Gjaldstovuna. Øll vita, at soleiðis hava hesir politikararnir í teirra dagliga politiska verki roynst, og at als ongi tekin eru - hvørki i sól ella mána - um, at teirra politiski praksis verður broyttur í teirra politiska gerandisdegi. Heldur tvørturímóti.

Hóast nevndu sannroyndir, so standa nakrir av umrøddu politikarunum nú alment fram við foldaðum hondum og himmalvendum eygum og greiða frá, at teir ikki kundu funnið upp á at atkvøtt fyri neyðugum lógarbroytingum, soleiðis at undantøk kunnu gerast í vissum førum, sjálvt tá stór samfelagsvirðir standa upp á spæl, og arbeiðsloysi við fátækradømi og haravfylgjandi heilsutrupulleikum kunnu gerast avleiðingin fyri mong fullkomuliga ósek fólk. Nei, nú má svía sum svøllir. Nú skulu øll møgulig og kanska ómøgulig fyrilit fyrst takast. Onki við at dálka sær hendurnar. Sjálvt um øll vita, at tær frammanundan eru gravskitnar. Reint spæl fyri gallarínum. Onki annað.

Sjálvandi skulu neyðug fyrilit takast í tann mun, tað kann lata seg gera, (og tað átti tað eisini at verið gjørt í pensións- og flatskattamálunum, í málinum um Gjaldstovuna og í mongum øðrum málum), soleiðis at byggjast kann samstundis, sum atlit verða tikin til friða øki.

Men kabálin má ganga upp, eisini sjálvt um okkurt kort verður hjálpt upp á pláss, tí tað í verandi støðu – at síggja til - ikki finnast nakrar loysnir uttan umkostningar, og loysnir skulu finnast so ella so.

Óneyðugt er at siga, at p/f Varðin og arbeiðsfólkið í Suðri hava lagt lunnar undir einum fruktargóðum og fyrimyndarligum samstarvi, sum politiskt eigur at verða stuðlað 100%, so at tað kann halda áfram ótarnað.

Umrødda samstarv er ein av okkara heilt stóru sólskinssøgum, sum uttan iva fer at fáa pláss bæði í Suðuroyar og Føroyalands nútíðarsøgu, tá hesar verða skrivaðar.

Lat okkum – heldur enn at sáa mistreysti og misálit – frøast saman við verkafólkunum og Varðamonnunum, nú djarvir politikarar leggja rygg til, so gordiski knúturin antin kann verða loystur upp ella við svørðinum høgdur í tvey.

Og latið so teir, ið so harðliga hava tørv á at vaska hendur alment, endiliga fáa sterkan lút og gott pláss við handvaskið.

Dagfinnur Danbjørg.