Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá tey livandi druknaðu í formalitetum og góvu deyðanum lív

Rúm skal  ikki vera fyri øllum  á almenna deyðslistanum fyri sjólatin

Greinin er dagførd síðani hon kom út sunnudagin, 1. november 2015.

---------------------

Dan Klein, journalistur, skrivar:

KvF verður brúkt til mangt býtt. Tað hendi eisini herfyri, tá mikrofonin skuldi haldast fyri talsmanni, sum var settur at lýsa “neyðuga”  munin millum ein virðiligan deyða á sjónum, og so ein deyða, sum var so óvirðiligur, at hann kundi ikki koma uppá tann sokallaða almenna syrgi- listan fyri sjólatin, men góðtikið verður, at hesi kunnu koma á ein annan lista. 

Edvard Bjarnason,  var talsmaður fyri manningarfeløgini, reiðarafelagið, Vørn, Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovuna, kirkjuna- og sjómansmissiónina, í útvarpinum.

Almenna Føroyar gav her til kennar í sendingini, at fyri summi er deyðin meira enn fyri onnur. Ikki øll høvdu rætt til at koma uppá hendan listan, sjálvt um tey fingu sína vátu grøv. Tær hepnu familjurnar funnu síni, sum fingu eina grøv, men fleiri eru,  sum ongantíð blivu funnin, og tí onga grøv fingu.

Hesi hava tó ikki rætt til at verða nevnd á einum almennum lista fyri sjólatin, tí tey høvdu ikki sjógvin, sum arbeiðspláss. Men ongin vil forða teimum í, at verða mint undir privatum umsøðum. 

Tíverri vóru dømir um tey, sum ikki áttu at vera  komin á almenna listan, kom fram í KvF-sendingini.

Lat meg siga hvat eg føli fyri hesi beistagerð um listasamgongu til tey, sum krevja, at summi hava ein serligan rætt, at hoyra til tey røttu deyðu, ið eiga at verða listagóðkend:

Hetta minnir ikki sørt um tey littu, sum ikki máttu gravast í sama kirkjugarði, sum tey hvítu í Suðurafrika. Tey kundu ikki ganga á somu gongubreyt, sum tey hvítu í USA, og kundu heldur ikki ganga í sama skúla, keypa í somu handlum o.s.v.

Eg hevði tvær svigarinnur. Tær høvdu lívið fyri sær. Helena hevði fingið sonin, Eirik, meðan Hansa Maria var yngri. Felags fyri tær báðar var, at tær vóru lívsjáttandi, og ímyndin av góðum og sunnum ungdómi, sum høvdu árræði, og treysti,  at ganga vaksnamannalívinum á møti. 

Familjan hevði í generatiónir, verið  ein partur av sjónum. Abbar, abbabeigjar, pápi og pápabeiggjar, og brøður, høvdu flestir valt sjógvin til, tó at hetta yrki hevði gjørt so ilt við at taka lív. Heilar skipsmanningar gingu burtur; summir fingu hvíld í kirkjugarði, aðrir blivu ongantíð funnir.

Men av sjónum fingu tey  lívið, sum kundi halda teimum uppi, sum familja.

Helena og Hansa Maria, høvdu  báðar tvær siglt við farmaskipunum hjá Skipafelagnum. Teirra lagna gjørdist, at tær um  jóltíðir fyri nógvum árum síðani,  báðar endaðu sínar dagar, tá bilur teirra fór útav bryggjukantinum á Toftum, tá tær skuldu til Havnar við ferjuni, tíðliga um morgunin.

Tær komu upp á listan fyri sjólatin, men nú bløðir sorgin  hjá mær aftur, tí nú verður sagt, at tær áttu ikki at komið uppá listan, hóast tær lúka allar treytir, uttan bara at hava yrki á sjónum, tá deyðin tók tær, og tær kortini blivu partur av langa listanum yvir forfedrar  sum doyðu á sjónum.

Men teirra deyði var ikki virðiligur nokk til at koma uppá almenna listan yvir sjólatin, hoyra vit í dag.

Í lívinum hava vit rasismu, fasismu, dómar, justitsmorð,  og fordómar. Hatur, øvund , brot á mannarættindini, og gera mun á fólki; summi verða lýst betri enn onnur, og tað eru tey, sum í lívinum halda seg hava fingið frelsuna íborna, og tí longu í lívinum, hava tamarhald á frelsuni og heljardúpunum, longu áðrenn deyðin bankar uppá dyrnar. 

Men hóast deyðin í sjálvum sær, ongan mun ger á teimum, sum verða tikin, hevur ein nevnd valt at gera mun á teimum, sum doyggja. Nú er deyðin knappliga treytaður av umstøðum, sum  felagsskapir og politiski myndugleikin heldur vera  hóskiligir.

Soleiðis fekk deyðin lív av teimum livandi, sum tó druknaðu av formalitetum og betrivitan.

Og Gud hjálpi okkum er føroyskur ríkisborgaraskapur ikki nøkur treyt, at koma uppá listan yvir deyð  á føroyskum kjøli. Men tann deyði sjómaðurin skal vera skrásettur í føroyska fólkayvirlitinum

Soleiðis bleiv tað sagt í útvarpinum, men heldur ikki tað hongur á røttum nagla.

Paradoksið her er, at føroyingar, sum doyggja í ella á sjónum skulu hava sjógvin, sum arbeiðspláss, men fyri útlendingin er hetta knappliga ikki nokk. Hann skal eisini vera skrásettur hjá landsfólkayvirlitinum.

Í hesum samanhanginum er tað sostatt eisini órelevant um ein er føroyskur ríkisborgari ella ikki. Tað gevur í sjálvum sær ikki rætt til at koma uppá eksklusiva listan. Kravið er, at viðkomandi  skal vera skrásett/ur í okkara Landsfólkayvirliti.

Hetta merkir t.d., at ein føroyingur, búsitandi í Danmark, sum siglir við føroyskum- ella útlendskum skipi, sleppur heldur ikki á listan yvir sjólatnar føroyingar, ið doyggja á sjónum.

Einasta treyt fyri at koma á listan er, at vera skrásett/ur at búgva í Føroyum, um tú so eitur Mohamed Abdulla, Fix ella Fax, býrt í Havn og hevur føroyskan, liberiskan- ella russiskan ríkisrætt er eitt feitt. 

Hvussu sjúkligt kann tað verða.

Við samkenslu við øllum teimum, sum hava mist á sjónum. 

Tá rúm ikki er á almenna deyðslistanum fyri sjólatin 1. November.