Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá tignin bleiv til lygn

Í løtuni ríða vit í Føroyum á einum alduryggi av hákonjunkturi, sum sitandi samgonga ger sær dælt av og brúkar sum eitt tjúkt roykskýggj at leggja út yvir politisku vanstýringina. Men aftaná ein aldurygg kemur ein aldudalur, og tá fæst sjón fyri søgn um alt óskilið.

Okkara stýriform kalla vit fyri demokrati/fólkaræði. Tað hevur sín uppruna í tí antikka Grikkalandi, Hellas. Hóast ymisk lýti hevur hesin stýriformurin verið tann besti higartil, segði Churchill sáli.

Tað eru nógvar óskrivaðar reglur í hesum stýriformi, millum annað, at líka mikið hvønn flokk tú hoyrir til, so skalt tú viðgerast við tign. Tað krevur so eisini, at tú umsitur lóg- og landaskil við tign. Og her er tað, at ketan dettur av. Henda seinasta tíðin hevur verið merkt av ódámligum politiskum svansi, har tað frá tingsins røðarapalli fýkur við ósannindum og reinum lygnum, soleiðis at tær mest grundleggjandi reglurnar fyri okkara fólkaræði verða traðkaðar undir fótum.

Eitt annað, ið hesin stýriformur kann føra til, er marionettir – dukkur í einum dukkuteatri. Til dømis var statsministarin í Danmark undir seinna heimsbardaga, Scavenius, ein marionett, tí alt valdið lá hjá týskinum. Í Føroyum hava vit ein løgmann, sum er ein marionett, tí alt valdið liggur hjá formanninum hjá stuðulsflokkinum, Fólkaflokkinum.

Eitt annað dømi um veikleikarnar í okkara demokratii er Miðflokkurin. Við Bíbliuni í hondini standa teir og buka og lamitera so nógv forboð sum gjørligt niður yvir fólkið. Eisini hava teir í umbúna við lóg at ognartaka allar eggjastokkarnar í Føroyum.

Og so er tað Jacob Vestergaard, sum hevur hevur útnevnt seg sjálvan sum einaráðandi høvdinga bæði í samgonguni og í sínum egna flokki. Um løgmaður umsat sína uppgávu sum ábyrgdari fyri sínum landsstýrisfólkum til lítar, so tók hann og sendi Jacob Vestergaard ekspress suður aftur til Akrar at renna eftir skræpugjólingum. Serstakliga nú, tá hann hevur handfarið sítt egna ábyrgdarøki Havstovuna og havrannsóknarskipið við slíkari vanvirðing. Annars arbeiðir Jacob Vestergaard við eini 3-trins rakett.

Tann fyrsta er skotin av og við henni hevur hann útlutað og forert alt tilfeingið í havinum kring Føroyar til nakrar fáar oligarkar og útlendingar. Næsta trinið í rakettini er, at nú er landsstýrismaðurin farin upp á land at útveita alla landsjørðina til somu ánarar sum á sjónum. Triðja trinið í rakettini verður helst at tvingsilsútskriva føroyingar til bústaðarskyldu, soleiðis sum hon var undir stavnsbandinum upp til 1788.

At enda fari eg at seta løgmanni ein einfaldan spurning:

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fyri skjótt tveimum mánaðum síðani boðaði tú alment frá, at tú beinanvegin fór at taka øll fiskirættindini frá garnaskipinum Anitu. Hvat hendir í hesum málinum?

Bogi Gaard Joensen

Sørvági