Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað almenna framvegis eftirbátur við lærlingum

TEMA UM SKRIVSTOVULÆRLINGAR: Hóast fíggjarmálaráðharrin í 2013 tosaði alment um, at almennir stovnar skuldu fáa boð um at seta fleiri lærlingar, er í grundini einki hent á økinum. Heldur ikki eftir, at nýggja samgongan tók við
 
Sveinur Tróndarson, journalistur
 
Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum fyrst í november í 2013, segði Jørgen Niclasen, formaður floksins og táverandi fíggjarmálaráðharri, at Fíggjarmálaráðið hevði sett sær fyri, at seta fleiri lærlingar. Í røðu síni til landsfundin segði hann millum annað, at næsta stigið fór at vera at seta almennum stovnum krøv um lærlingar.
 
Áheitan onga ávirkan
Fráboðanin var í tráð við tað, sum táverandi fíggjarmálaráðharri hevði sagt, tá hann legði uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2014 fyri løgtingið, og hon var eisini í tráð við tað, sum ráðið hevði skrivað í einum brævi til landsins stovnar í november 2012.
 
Í tí skrivinum staðfesti Fíggjarmálaráðið, at búskaparligu sveiggini høvdu havt ta ávirkan, at stovnsleiðslurnar høvdu verið afturhaldandi við at seta lærlingar seinastu árini, og í tí sambandi greiddi ráðið frá, at í “landsstýrinum er semja um, at landsins stovnar eiga at taka inn fleiri lærlingar”.
 
Men hóast næstan fimm ár nú eru liðin síðan hesa útsøgn, er talið av lærlingum í almennum høpi ikki vaksin serliga nógv. Heldur ikki eftir, at Kristina Háfoss tók við sum landsstýriskvinna við fíggjarmálum fyri næstan tveimum árum síðan.

Tað almenna eftirbátur
Hetta hevur millum annað Hilmar Augustinussen, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum, víst á í grein á heimasíðuni, sum hann kallar “Wanted: almenn lærupláss” tann 1. mei í ár. Í greinini vísir hann við tølum á, at arbeiðsføra fjøldin er uppá 26.000 fólk, og at í almennum høpi eru bara 15 lærupláss. Tað svarar til 0,06% av arbeiðsfjøldini.
 
Sambært Yrkisdeplinum vóru við árslok í fjør 774 aktivir lærusáttmálar, av teimum vóru 307 undirskrivaðir í fjør. Samlaða talið av lærusáttmálum svarar til trý prosent av arbeiðsfjøldini og talið av nýggjum sáttmálum í fjør svarar til 1,2 prosent av arbeiðsføru fjøldini.

Hyggja vit at samlaðu tilgongdini av lærusáttmálum í fjør, so vísa tølini frá Yrkisdeplinum, at av teimum 307 nýggju lærlingasáttmálunum, vóru bara níggju (9) sáttmálar gjørdir um skrivstovulærlingar í almenna sektorinum. Til samanberingar kann sigast, at privata vinnan gjørdi 26 nýggjar sáttmálar við skrivstovulærlingar. Umroknað merkja tølini, at bara almenni arbeiðsgevarin tók inn minni enn trý prosent av samlaða talinum av nýggjum lærlingum. Privata vinnan átti sløk nýggju prosent.
 
Tølini vísa annars, at størsti áhugin var at læra til ídnaðartøkning (maskin) og til søluatstøðara í smásølu. Í hesum báðum bólkum vóru 51 nýggir sáttmálar skrivaðir. Næst á listanum er timburfakið, har 41 sáttmálar vóru gjørdir, meðan 29 nýggir elektrikaralærlingar byrjaðu í 2016.
 
TEMA: Hettar er fyrsta greinin í eini greinarøð hjá Sveini Tróndarson, journalisti, um lærligar í almenna sektorinum.