Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað er óhoyrt og ein falliterklering fyri tað føroyska samfelagið:

at børn og ung skulu verða tvungin at liva á hungursmarkinum/fátækramarkinum, meðan stórir partar av samfelagnum flóta yvir av flatskattapengum , sum m.a. verða nýttir til luxusbilar og luxususferðir upp til fleiri ferðir um árið, og harafturat allar milliónirnar, ið stava frá fólksins ogn l og sum summi fáa meiri av enn onnur. Stórt ríkidømi at síggja til.

Og at børn og ung skulu verða noydd at liva á hungursmarkinum, alt meðan risaprojektir í milliardaklassanum m.a. í infrakervinum verða viðtikin, er óhoyrt. Ætlan er júst frammi um, at byggja risaflogvøll, ið skal leggjast á Tangafjørðin. Kostnaður 5,5 milliardir krónir. Í sovorðnum førum, sum í teimum síðstnevndu, er einki óført. Og Annika Olsen sigur samstundis, at ráð eru bert til 9 kr. pr. fátækarakt barn pr. dag Hetta er eisini óhoyrt og ein falliterklering fyri tað føroyska samfelagið. Fúl skomm

Vit munnu minnast til, at tey hungursraktu eru – um eg má siga so – ósek sum barnið í vøgguni. Hetta kundi eins væl verið vit og okkara børn, ið lógu á fátækramarkinum. Høvdu vit tá skilt støðuna og gjørt meira fyri at hildið okkum skaðafrí, ella ynskt og biðji til, at myndugleikarnir og onnur høvdu verið okkum góð og givið okkum eina hjálpandi hond?

Tað sær ikki frægari út, enn tær 9 kr. skulu brúkast til 'halt kjaftð'- bomm, so Annika kann fáa frið, men hevur hon nakra samvitsku, so fær hon ongantíð frið, síðani hon við fríum vilja, fremur eina so menniskjavonda gerð.

Børnini og tey ungu, ið mugu liva í fátækradømi, eru undir somu hørðu lagnu , tí ráðini ikki eru til annað. Tey mugu keypa bíligari og harvið kanska ófiksari klæðir, og tað kann føra til mobning, soleiðis at tann fátæki følir seg uttanfyri ella sjálvur/sjálv velur at seta seg uttanfyri. Og við klæðir verður eisini hugsa um fimleikaklæðir og fínari klæðir til føðingardagar ella fest. Eisini cyklir og teldur til undirvísingarnýtslu skulu keypast, og eg kundi blivið við, men flest øll duga at síggja, at Annika onga hóming hevur av, hvat eitt lív á fátækramarkinum hevur at siga, tí hon hevur allar sínar dagar livað eitt priviligerað lív, og politiskt situr hjartað til høgru.

Harumframt koma frítíðaraktivitetur. Tónleikalæra, fimleikur, hond- og fótbóltur og annað líknandi, sum í vissum førum kostar. Og kann mann ikki luttaka í onkrum av nevndu tiltøkunum ella øðrum, tí tað kostar, so er isolatiónin vís. Hetta ere ræðuligt og verður ofta loyst við leben og gang, sum eingin annars ynskir. Indirekta hevur samfelagið biðji um tad, tí tað prioriteraði tey útsettu børnini niðast og harvið undir øllum øðrum. Børnini og tey unga hava annars krav upp á nakað nógv betri. Tey eru fullkkomuliga ósek í støðuni, sum er, og eru annars tey, ið skulu byggja Framtíðar Føroyar, sum so nógv – eisini politikkararnir - fantasera um.

Høvdu børnini og tey ungu, ið liva á fátækramarkinum, fingið sín elementera tørv dekkaðan, so høvdu tey havt lættari við at følt seg sum javnlík við onnur á sama aldri. Harmoniurin hevði blivið hareftir. Mobning hevði verið vendur til accept og vinalag, og sorgin og tynglyndið høvdu verið avloyst av gleði. Og hvat er annars betri at síggja og uppliva enn glað børn.???

Men tað fæst ikki fyri 9 kr. eyka pr dag.

Dagfinnur Danbjørg.