Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vera Bjørgvin og Finn Oddur á Verkhúsinum Virkni

Tað góða lívið – kjak um sosialpedagogikk

Sosialpedagogiskt arbeiði er at stuðla og bjóða fram professionella hjálp og vegleiðing til børn, ung og vaksin, ið hava brúk fyri serstakari hjálp og stuðli til at taka aktivt lut í gerandislívinum, í sosiala felagsskapinum og samfelagslívinum.

Mikukvøldið 23. apríl kl. 19.30 skipar Føroya Pedagogfelag fyri pallborðsfundi í Miðlahúsinum um sosialpedagogikk.

Pedagogfelagið setir sjóneykuna á sosialpedagogikkin í vár, og í kvøld verður aftur eitt átak í hesum sambandi.** Yvirskriftin fyri pallborðsfundinum er “Tað góða lívið”, og at kjakast eru boðin Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Rósa Samuelsen, forkvinna í Løgtingsins trivnaðarnevnd, Eyðun Christiansen, aðalskrivari í Kommunufelagnum, og Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Haraftur vera trý sonevnd innspark, har tveir námsfrøðingar og ein ráðgevi siga frá sínum royndum í soialpedagogiska arbeiðinum.

Luttakarnarnir við pallborðið fara at kjakast um sosialpedagogikk í breiðari merking, og hvørja leið vit eiga at ganga á hesum økinum.

Millum annað verður kjakast um, hvussu vit kunna tryggja teimum, ið tørva hjálp í gerandisdegnum at hava ávirkan og fult ræði á egnum lívi, um inklusjónshugsanina í pedagogiska arbeiðnum. Kunnu virkisætlanir tryggja sjálvsavgerðarrættin hjá hvørjum einstøkum og hvat ítøkiliga verður gjørt fyri at røkka hesum máli?

Pallborðsfundurin í Miðlahúsinum byrjar klokkan 19.30 mikukvøldið, og orðstýrari verður Øssur Winthereig, journalistur.

Fundurin verður sendur beinleiðis á Rás 2.