Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TAÐ GONGST VÆL HJÁ KVINNU

Blaðið Kvinna fingið ein trúgvan lesaraskara hesi mongu árini, síðan ráðgevingar- og lýsingafyritøkan Sansir á fyrsta sinni gav Kvinnu út í 2004. Síðani tá hevur Kvinna bæði ment seg í vavi og innihaldi, og sæst tað aftur á lesaratølunum hjá Kvinnu. 80% av føroyskum kvinnum lesa Kvinnu við jøvnum millumbilum.

 Starvsfólkið heldur tað vera sjálvsagt, at tað er eitt føroyskt blað til føroyskar kvinnur. Eitt blað við upprunaligum og føroyskum tilfari, sum vendir sær beinleiðis til føroyska lesaran. Hendan leiklutin hevur Kvinna. 

 Og tað gongst væl hjá Kvinnu. Blaðið nertir við allar nógvar spurningar. Um meiningina við lívinum, um kvinnusøgur frá vøggu í grøv, um kvinnuleiklutin í samfelagnum og samfelagið sum heild. Tær skriva eisini um nøring, kærleika og heilsu, vísa á nýggjasta og lekrasta mótan, hugnalig og spennandi býli, fagrar urtagarðar, góðan og spennandi mat, íblástur til kreativu kvinnuna og vit hyggja í stjørnurnar - bara fyri at nevna ein part av innihaldinum í Kvinnu.

 Umframt at geva blaðið Kvinna út, skipa tær eisini fyri ymiskum tiltøkum, har tær hitta kvinnur úr øllum landinum, og er tað størsta tiltakið uttan iva Kvinnurenningin. Kvinnurenningin hevur størst undirtøku í Norðurlondum, hugsa vit um fólkatalið. Heimasíðan kvinna.fo er eisini - umframt at vera ein meiri sjálvstøðugur netmiðil - eisini knýtt at Kvinnu og er ein av mest vitjaðu føroysku heimasíðunum. Tað er redaktiónin, blaðfólk og bloggarar, sum gera tilfarið til kvinna.fo

 Sansir og Kvinna halda til í somu hølum í Lucas Debesargøtu 3. Borgarstjórin var inni á gólvinum, har vit tóku hesa myndina av honum saman við strarvsfólkunum úti á terrassini í góða veðrinum fríggjadagin.