Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað kann vera ein hundur

Í 1993 teknaði Petur Steiner eina tekning við tveimum hundum til ta amerikanska magasinið The New Yorker. Tann eini hundurin situr á gólvinum og hyggur upp á hin hundin, sum situr á einum kontórstóli við eina teldu. Við labbanum trýstir hann á tastaturið : ” On the Internet, nobody knows you`re a dog”, eitur tekningin, sum síðani er vorðin heimskend og uppaftur prentað eitt ótal ferðir. Tá Steiner teknaði hana, var internetið nýtt og identitetur ikki nakað, ið varð settur við. Í dag verður tekningin nýtt sum áminning um, at mann skal minnast til at vera keldukritiskur á netinum. Folk eru ikki altíð tey, ið tey útgeva seg fyri at vera.

At lata hin innara hundin í øðrum samanhangum villleiða lesarar, lurtarar og hyggjarar fyri at selja vørur av einum hvørjum slag, ella at fáa sympati og annan stuðul t.d. at fáa atkvøður,sum annars - um sannleikin varð havdur á lofti – vóru farnar aðrar vegir til røttu móttakararnar. Innari svínhundurin sleppur at villleiða. Fylgjurnar síggjast ofta í verki, men tá er ov seint. Tann tú stuðlaði vísir ov seint sítt sanna andlit, men tá er ov seint at atkvøða á tín sanna stuðul bæði. So tað er í seinna lagi, sjálvur/sjálv at pussa sín egna kritiska sans og vera á vakt tá valstríðið rennur yvir útvarpstól í teldum og øðrum sosialum mediumnum ella í samtalum og húsbornum propagandamaterialum.

Mong vilja lumpa og nøkur av teimum eru listinnilærd at framleiða kølasvartar lygnir sum gudiligar sannleikar. Onki er ov ovført . Svart verður gjørt til hvítt og reytt til blátt. Fólk, ið ikki skaffa sær fakta , verða slept upp á fjall áðrenn politisku álopini verða sett í verk Tann valdi arbeiðir bert fyri egin áhugamál , sum eisini oftast eru av fíggjarligum slag, og onkur fer so langt, at hann má úr flokkinum, um hann ikki sjálvur tekur seg saman og fer. Tílíkir eru kanska truplir at meta um og lúra av, so mann kann avdúka, hvat viðkomandi reelt stendur fyri. Men er mann krtiskur, aktivur og vakin, so kann tað væl vera, at hundurin hoyrist og sæst. 

Tað seinasta dømi um framferðarhættir, sum eg fari at draga fram á hesum sinni, hvussu villeiðandi innara hundar snildisliga bera seg at í bløðunum, er greinin hjá Óla um Nelson Mandela fyri kortum, har hann hevjaði Mandela til skíggja eins og mong onnur, ið av erligum hjarta meina tað, tá tey siga ella skriva nakað yvirhøvur – og Guð havi lov fyri tað. Men at Óli stillar seg í fremstu røð at syngja lovsang fyri og um Mandela og hevja hann til skýggja, er ilt at skilja hjá mongum – serliga hjá teimum ungu, ið kanska eru fødd í ´80-unum og ikki hava engagerað seg , - og sama eisini hjá teimum , ið eru gomul nokk, men ikki hava fylgt so væl við í apatheidmálinum í skúlanum ella av egnum áhuga .

Sami Óli sum var heitasti stuðul hjá hvíta mannininum, ið kúgaði og drap tey svørtu sum stríddust fyri at fjerna apertheidstýrið og skapa javnstøðu í Suðurafrika, og teir høvdu dripið Mandela um høvi beyðst, sama Mandela, sum teir høvdu sitandi fangi í fongsli á lítari oyggj langt fra landi í samfull 27 ár.

Óli drap - mær vitandi ongan, - men arbeiddi við hond og fót og við intensari og umfatandandi propagandu og mongum øðrum – alt tað hann kundi – fyri teir, ið framdu illgerðirnar. Var samsekur. Men nú, nú sær tað út, sum um hann hevur snarað runt á einum tallerkið, soleiðis sum vit kunnu lesa í grein hansara í Sosalinum, hvat halda tit? Tað hevur hann annars ikki víst í praksis . Hetta er einans eitt av hansara vanligu bluffnumrum fyri at samla atkvøður til høgraradikalu í fólkaflokkinum, í.......... f ó l k a – fl. Hvørji fólk eru tað. Tit kunnu svara innantanna ella rópa tað út í himmalin ella kanska heldur hinvegin har tað av røttum hoyrir heima hinvegin.........................

Men Óli átti at verið steðgaður, longu fyrst ´70unum, tá hann falsaði skjøl hjá sera dugnaligari kvinnu, við tí í huga, at hon skuldi missa starvið, tí hon var vinstrahall í politiskum høpi. Hetta varð avdúkað av myndugleikanum so einasta og sannasta loysnin hevði verið- longu tá,- at vent Óla í hurðini eftir dómin og biðið hann farið eitt annað stað, um hann visti onkran sum kundi nýta ein skjalafalsara í dagligum virki. Á tann hátt høvdu mong – bæði úti og heima – sloppið frá hansara kúgingar og falsarapolitiki. Men tað verður ov long grein at skriva um alt í hesum umfari: um t.d. Chilemálið har tann fólkavaldi forsetin Salvador Allende mátti lata lív í forsetaborgini, soleiðis at ultra høgravendi yvirklassain kundi halda áfram við menniskjavondu kúganin av fjøldini, ið valt høvdu Allende. 

Og Óli helt fram við sínari fólkaflokspropagandu fyri Pinochet móti f ó l k i n u m. Tað ljóðar sum ein alvorlig andsøgn, heldur tú ikki eisini tað?** Síðsta málið av teimum mongu, ið eg farið at taka við á hesum sinni, er málið um víðagitna forseta og javnaðarsosialistin Oluf Palme, ið varð myrdur á gøtuni í Stokholm eftir ein túr við konuni í bio. Í 1986. Enn vita vit ikki , hvør drápsmaðurin persónliga var við navns nevnilsi, men høgradunsturin var og er øgiligur, tá morðmálið kemur uppaftur at venda, so sum tað við jøvnum millumbilum ger. Men kanska tað, at Óli setti í Dagblaðið beint eftir morðið týðir upp á,- at høgra, ið hvussu so er var vælnøgt við morðið klappaði, flenti, gníggjaði sær í hendrunum, tá Óli sendi sína háðandi heilsan ú til fólkið – hvat fyri fólk – kæri lesari, kennir tú svarið?

Hví háða og, spotta og tileinkisgera ein tileinkisgjørdan statministara?

Og so koma vit til inntima samstarvið millum Sosial---urin, Rás 2 og høgraradikala stavnamannin Óla.

Fyri meg – sum nærum varð føddur við táverandi sosiali í hondini í 1943 , tá nazistarnir leikaðu í og drupu alt sum fyri var – eins og IS-ararnir gera í okkara tíð – gingu fólkafloksfólk og heilaðu og forstýraðu hinar flokkarnar, tá teir skuldu halda politiskar fundir saman við fólkinum. Nazistarnir drupu, píndu og gassaðu áleið 6 mill.. jødar í týningarlegunum. Og nú gráta fólkafloksfólk yvir dripnu jødarnir og siga seg at vera verjar teirra, sum í dag liva í Ísrael. Hvønn vardi teir, tá teir gingu og heilaðu m.a. í Havnar gøtum?

Hvar er logikkurin, um nakar er har. Tað einasta sum eg síggja, og sum passar sum fótur í hosu, er at teir søkja sær sympati, stuðul og atkvøður fyri teirra høgraradadikalu sjónarmiðum – eins og teir gjørdu í í Mandelamálinum. VIÐ HESUM GYKLUM, VILJA TEIR VINNA ATKVØÐUR FRÁ TEIM MONGU ÍSRAELSVINUM, SO TEIRRA KÚGAN AV FÓLKINUM KANN HALDA FRAM OG ØKJAST.

Søga fólkafólksins – við teimum fáu dømunum, eg havi tikið við á hesum sinni, vísa eina slóð , ið altíð hevur stuðla teimum á givna staðnum, ið hava kúgað tað arbeiðandi fólkið: miðalstættina og tey fátøku og arbeiðsleysu. Hetta hava teir konstant framt – ikki einans í teimum trimum heimspørtunum, men so sanniliga eisini heima á okkara vøkru klettum og bert eitt er vist – sum amen í kirkjuni – og tað fara teir framhaldandi at gera. So hvør einstakur má gera upp við seg sjálvan, um hann ella hon vil geva sína atkvøðu til tíðlikt politiskt kúgandi virksemi ella ei.

Tað mest horribla, mest skakandi fyri meg og mong onnur er, at teir, ið yvirtóku sosialurin og Rás2 fingu loyvi til at yvirtaka skjaldramerkið javnaðarfloksins og lótu allar hurðar upp fyri fanansskapinum við sera kraftigum antijavnaðar politiskum áhugamálum, við djúbtbornum hatri til alt , ið rørir seg til vinstru fyri miðjuna. Men hví gera hesir tað? Hvat fáa teir sjálvir afturfyri? Tað er vert at kanna. 

Sagt verður at eigarnir guldu 10. mill. fyri yvirtøkuna. Veit nakar, hvørjar teir eru, ið løgdu ella garanteraðu fyri milliónakeypið. Tað kundi kanska verið nakað, har, ið kundi givið spor, um mest vanvittigu politisku støðutakan í politkki i Føroyalands nýggjari søgu. Høvuðsmaðurin og hatarin fær vápnini til at gera, hvat hann kann, so hann betur kann forfylgja og knúsa javnaðarsosialismu – fyrst heima hjá okkum og síðani, - sum vit hava sæð - kring knøttin um høvið býðst. Púra, púra gagg gagg. Og leiðarin, ið er sonur fyrrv. høgravendum javnaðarmanni kann kanska forklára eitt og annað , ið loysir gátuna, men tað fer tíðin at vísa. Munnu áhugaverdir og uppklárandi spurningar finnast har? Guð viti.

Eg varð føddur í 1943 og gekk í skúla í Porkeri og í Vági til 1959 . Aftaná realeksamin var eg vikarur um veturin og sjómaður frá apríl – sep. Á hvørjum árið.- til aug. - 63, tá eg varð vikarur eitt heilt ár út í eitt ...Síðani lærdi eg til lærara í Danmark og var lærari har til 1982, tá eg fekk starv í Fuglafirði, har eg búgvi. 

Orsøkin til, at eg taki hetta fram her, er tann, at eg var lítið heima eftir, at eg var vorðin 16 ár, og av tí, at pápi doyði í 1968, fekk eg ikki so nógv at vita, sum eg kundkundi ynskt nmærnógv at vita , men nakað fekk eg álíkavæl.

Eg farið – sum áður nevnt – at taka okkurt meira við, sum eg eri vitandi um, sum framhald, og at koma við onkrum uppskotið um, hvussu vit fáa steðgað áganginum, nú ´fíggindin” fær munagóða hjálp frá teimum, ið annars lutvíst hava verið roknaðir sum vinstrafólksins fólk i frontlinjuni á vinstru mediesíðuni. 

At pápi saman við øðrum javnaðarmonnum guldu við jøvnum millum í javnaðarkassan , so at sosialurin ikki sakk, men fleyt tungt í sjónum Síðani fingu teir eina virðisleysa váttan, ið vísti goldnu upphæddina váttaða, men ongantíð annað..

Hvussu fólkafloksmenn tóku pápa sum gìðsla, so hann ikki fekk atkvøtt fyri einum javnaðaruppskoti, sum fólkaflokkurin ikki vildi skuldi verða viðtikið.

Hvussu Eirikur síðani 1996, tá hann foraði fyri, at mín 1. mei-røða á Vaglinum kundi koma í sosialurin,við jøvnum millumbilum hevur sett forðingar upp fyri mær, so alt samband skuldi seigpínast, soleidis sum tad eisini gjørdit steðgaði fyri3 - 4 árum síðani.. Men lat tið tað liggja nú, tí tað kann takast upp, nær tað skal vera.. Vit skulu bara arbeiða saman – vit sum eru í sama báti. Tey, ið hava uppliva okkurt líknandi ella annað av týdningi í somu málum - kunnu kontakta meg á tlf. 282444, so vit kunna strika sosialurin og lata høgra bara svølgja hann heilan.

Saman kunnu vit sosialistar serliga í javnaðarflokkinum og tjóðveldisflokkinum skaffa okkum eitt effektivt og slagkraftigt medie innan 1 - 2 ár, so eisini eg fái møguleikan at vera við, áðrenn eygu míni – av nátúrligum orsøkum – leggjast aftur fyri allarsíðstu ferð.

' Kanska er onkur har suðuri, ið kann hyggja til grøvina hjá pápa og siga mær, um hann roterar og kanska ætlar sær upp aftur at taka lut í einum endurnýggjaðum stríði fyri frælsi javna og brøðralagi, sum hann annars.sríddust fyri alt lívið. Og sum hann annars plagdi at siga-, tá líknandi støður tóku seg upp, minnist : Je síggi heldur túsund fíggindar uttanfyri okun – sum eg veit av - enn ein einkultan innan fyri egnar rekkir, sum ongin av okun kenna til. Tann eini innanfyri kann gera nógv størri og enntá fleiri skaðar enn hinir tilsaman , tí vit kunnu ikki vara okkum fyri honum.”

Saman standa vit sterk. Lat meg frætta frá tykkum , so vit kunnu taka fyrsta strekki til eina effektiva politiska verju undir skjaldramerkinum: Fyri frælsi – javnadi – og brødraSystra -lagi. 

Takk fyri øll somul, ið vilja leggja rygg til og framhaldandi gott summar.

Dagfinnur Danbjørg.