Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað ringasta er av

Orkanin var ógvuslig tá hon leikaði harðast í gjárkvøldið og í nátt. Fleiri bátar hava slitið, og tekjur eru foknar av. Men hesaferð var tilbúgvingin sera góð um alt landið.

Fleiri fráboðanir vóru um brotnar rútar. Men veðrið hevur eisini verið ógvusligt, heilt upp í 55 metrar í sekundinum. Í morgun segðist, at okkurt um 250 fráboðanir vóru skrásettar, men talið verður mett munandi hægri.

Sum skilst hava fólk verið ófør at tikið leysar lutir upp, so vandin hevur verið minni fyri, at hesir lutir eru foknir við vindinum.

Tó er eingin álvarsligur fólkaskaði hendur av orkanini.

Flestu skúlarnir hava boðað frá, at teir eru stongdir í morgun, ella byrja ikki undirvísing fyrr enn seinni í dag.

Men hóast vindurin enn er nógvur, so er tað ringasta av, og fyrrapartin í morgin kunnu vit siga, at ódnarveðrið er farið framvið á hesum sinni.

Myndir frá ódnini eru at síggja við at trýsta á linkin hjá Kringvarp Føroya niðanfyri.

http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2011/11/24/vedurmyndir