Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað tekur tíð at røkka á mál

Hetta er flaggrøðan hjá Gunvør Balle, tingkvinnu, sum varð hildin í Kvívík.

Góðu kvívikingar, gott fundarfólk.

Eg má siga, at eg kenni tað sum ein serstakan heiður at vera í Kvívík í dag og bera fram nøkur orð, nú vit savnast um Merkið og minnast, at tað eru 73 ár síðan, at tað fekk sína viðurkenning sum okkara tjóðarflagg.

Flaggdagurin, 25. apríl, er einasti alment viðurkendi føroyski hátíðardagur. Sprottin úr okkara egnu stremban fyri viðurkenning sum tjóð. Ólavsøkan eins og allir hinir hátíðardagarnir hava sín uppruna úr aðrari søgu og øðrum hendingum enn okkara egnu. Hetta sigur ikki so lítið um tann serliga týdning, flaggdagurin eigur at hava fyri okkum.

Ymsar tíðir hava við sær ymisk stríð og ymsar avbjóðingar. Tá flaggið vann viðurkenning, var hetta ein varði í tjóðskaparvekingini og tilgongdini at definera okkum sum fólk. Málstríðið hevði leikað í nógv ár, politiskt vóru vit vaknað úr dvala, og nú stóð flaggið fyri framman sum týðandi tekin um, at vit eru føroyingar.

Nú halda vit hesi tjóðarmerki vera sjálvsøgd og steðga bara á ein dag sum hendan at minnast stríðið og søguna aftanfyri. Tíðin í dag bjóðar okkum av við øðrum átrokandi málum, sjálvt um vit á mangan hátt hava somu avbjóðing sum okkara undangongufólk fyri 50 og 100 árum síðan.

-----

Eg taki ikki munnin ov fullan, tá eg sigi, at Kvívík er ein merkisverd bygd, sum hevur nógv at vera errin av. Hon hevur fostrað mangar lærdar og mentaðar konur og menn, sum hava gjørt Føroyar ríkari á so mongum økjum - og sum júst hava verið undangongufólk innan tjóðarbygging og at styrkja føroyska samleikan: Umframt dugnaligar sjómenn, hava bygdabørn og ættarfólk teirra skarað framúr innan skúlaskap, sum listafólk við sjónleiki, sangi og myndlist og sum yrkjarar, týðarar, læknar og prestar. Hugsjónarfólk við skapandi gávum og víðum sjónarringi hava slitið sínar barnaskógvar millum hesi hús.

At hugsa sær, at fyri 113 árum síðan, situr Jóan Petur uppi í Trøð her í bygdini og yrkir Boara-táttin, og nevnir allar generalarnar við navni, bæði teir ensku og boararnar! Hvar hevur hann fingið vitan og íblásturin frá? Tað skilst, at sum smádrongur var Jóan Petur ofta við pápanum inni á gólvinum á Kirkjuteigi, tá V.U. Hammersheimb var prestur her, og her hevur hann fingið bøkur til láns. Hetta er tekin um ein sjáldsama at sær komnan mann, sum livdi upp til síni egnu orð um “heldur at hyggja runt ALLA havsbrúnna, harav birtist ljósið í Føroyum.«

Ein av avbjóðingunum vit støðugt standa við, er tað áhaldandi arbeiði at vinna føroyska málinum sess á øllum rókum. Aftur her var I.P. Gregoriussen ein av undangongumonnum.

Í bókmentasøguni hjá Árna Dahl stendur, at ein hending, Jóan Peturi var fyri á Íslandi, fór ongantíð frá honum. Manningin á skipi hansara hevði ein dagin, teir lógu inni, leitað sær í kirkju, og har hoyrdu teir íslendskan prest prædika á íslendskum máli. Hetta fekk Jóan Petur at hugsa um standin í føroyskum kirkjulívi, har allir prestar — sjálvt teir føroysku — prædikaðu á donskum. Frá hesum degi var tjóðskaparansur hansara av álvara vaktur, og tá Føringafelag í 1889 var stovnsett, átti tað valla trúgvari viðhaldsmann enn Jóan Petur uppi í Trøð.

Uttan samanbering annars, var tað hjá mær, eins og hjá Jóan Peturi, í Ìslandi, har eg búði við familjuni í nøkur ár, - at mín tjóðskapkensla av álvara styrktist. Tí júst sum IPG, sá eg hvussu nógv verður gjørt burturúr at styrkja íslendska málið á øllum økjum. Íslendingurin kann altíð lesa sítt móðurmál, - um tað so er skaldsøgur, filmar og á fartlf og teldum. Meðan okkara fyrsta val og møguleiki tíverri í stóran mun er at lesa og uppfata heimin gjøgnum danskt ella enskt mál. Og eftir situr man støðugt og hugsar: “Tá tað ber til hjá teimum, so ber tað eisini til hjá okkum.” Tað er ein spurningur um vilja.

--------------

Tað leiðir meg yvir til at hugleiða eitt sindur um hendan støðuga tvídráttin okkara millum um hvørt vit eru tilreiðar til at taka størri tøk á sjálvbjargnisleið ella ikki.

Danski rithøvundurin, Kim Leine, hevur búð mong ár í Grønlandi. Hann skrivaði eina kronikk í Politiken herfyri, beint undan landstingsvalið í Grønlandi. Hann setir ofta setta spurningin: “Er Grønland tilreiðar til sjálvstýri?” - og svarar sjálvur, “sjálvsagt eru grønlendingar ikki tilreiðar. Men tað verða tey. Heilt einfalt tí tey noyðast”. Um Grønland skal bíða til tey eru búgvin til sjálvstýri, er innlandsísurin langt síðan smeltaður og tey hava fingið subtropiskt veðurlag.

Um heimsins lond høvdu skula bíða til tey vóru klár til fólkaræði, so høvdu helst øll lond framvegis verið einaveldi. Tað er ein spurningur um at vilja.

Tí evnini til sjálvbjargni fara altíð at koma aftaná at fullvelldið er tikið, Onki menniskja - onki land - er fult á hædd við menningina, tí menningin kemur altíð aftaná, í kjalarvørrinum av krøvunum frá umheiminum. Og ja, - eins og nú – fara at henda býttleikar, skeivar avgerðir og illgruni um óreglusemi - alt tað fer eisini at vera tann dagin vit hava tikið stigið fult út. Men tá hava vit tann framíhjárætt at kunna siga, at vit hava sjálvi fulla og heila ábyrgd fyri egnari menning, tá hava vit rætt til at taka feil. Men í longdini, so við og við, verða vit búnari og skilabetri til at stýra.

Tað hevur eydnast afturhaldskreftunum, at billa einum meiriluta av føroyingum inn, at vit kunnu ikki liva uttan fíggjarligan stuðul. At føra hugsjónina um størri sjálvbjargni fram, verður altíð svarað aftur við teimum vanligu fordómunum um droymandi og veruleikafjar tjóðskaparfólk. Og tað er spell. Albert Einstein segði, at tað var syrgiligt, at man livdi í eini tíð, har tað var lættari at splitta eitt atom enn fordómar.

Tí vit mugu ongantíð undirmeta týdningin av, at geva fólkinum vón. Vit mugu vísa vilja í verki til at seta eina greiða sjálvbjargniskós. Og tá vit senda tað signalið út - so styrkja vit sjálvsálitið og sjálvsvirðingina hjá eini heilari tjóð - og tá kunnu vit útinna kraftarverk.

Megna vit at gerast sjálvbjargin, fer tað at skapa eina menning, sum vit ikki kunnu ímynda okkum. Tí allar royndir - ikki bara hjá okkum, men eisini hjá heimsins londum, vísa, at á teimum økjum har fólk hava tikið fulla ábyrgd hevur tað skapt menning, búskaparvøkstur og møguleikar fyri alt fólkið at virka.

 ------

Samtíðin er á mangan hátt merkt av fleiri ymsum skisma’um -ella klovningum. Vit liva í eini broytingartíð, har nógvir mótsetningar koma týðiliga til sjóndar. Tað eru spurningar um tann gamla mátan vit hava livað og virkað uppá í Føroyum og tað sum unga ættarliðið ynskir og krevur. Í hesum samanstoyti millum tað konservativa og tað nýggja flættast klovningar av ymsum slag - millum bygd og bý, millum ófaklærd og akademikarar og millum tann kristna, siðbundna lívsstílin og tann meir liberala og opna, stórbýarkenda.

Spurningurin er hvussu síggja vit okkum sjálvi í hesum rembingartíðum. Hvar síggja vit Føroyar í hesum meldri av ávirkan uttanifrá? Eru vit tilreiðar at vera opin fyri nýggjum vindum, tí vit kenna okkum trygg í okkara egna fundamenti, og vita at vit verða ikki koppaði av at lata sinnini upp? Ella lata vit hurðina aftur, av ræðslu og ótryggleika fyri tí fremmanda, tí sum bjóðar okkara vanahugsan av, og velja heldur tað trygga og kenda?

Føroyar er eitt land við ovurstórum møguleikum og ríkidømi. Tað sigst, at oyggjabúgvar eru serliga heimkærir og í so máta eru føroyingar onki undantak. Fáa staðni man alskurin til føðilandið vera størri enn millum føroyingar. Vit hava sostatt allar fortreytir fyri at fjølgast og skapa vøkstur. Men tað krevur at vit vilja broyta kós og seta okkum stór mál. Eg síggi okkara ovurstóra trupulleika við fólkaminking, sum eitt beinleiðis tekin um, at vit ikki hava gjørt upp við okkum sjálvi, hvørja leið vit vilja taka. Tey ið ikki flyta heimaftur og velja Føroyar frá, gera á ein hátt (ótilvitað) uppreistur móti tí mátinum vit halda fram við at stýra og liva uppá. Tey ynskja eitt meir moderna samelag við størri toleransu yvirfyri minnilutum, fleiri útbúgvingarmøguleikar og fleiri yrkis- og karrierumøguleikar. Og tey ynskja at síggja eitt samfelag, sum setir sær nøkur verulig langtíðar mál, har tey kenna at tey eisini hava ein møguleika at útfolda seg. Snøgt sagt - eitt samfelag, sum tey hava hug at leggja sína orku í.

Hetta er mín tulking - kanska fari eg skeiv.

Men mín niðurstøða verður, at vit eiga at tora at satsa uppá at vera í oddinum millum hini norðanlondini, tí tað er teimum vit kappast ímóti. Tí vit hava fortreytirnar og møguleikarnar - tað krevst at vit vilja tað. At vera fremst í skúlaskapi, - í vinnuligari nýskapan, í at tryggja eitt sterkt fólkaræði og veruliga satsa uppá tjóðarbygging í breiðum týdningini og uppá listina og mentanina. - Og ikki minst - hava eina greiða og støðuga kós móti sjálvbjargni. Uttan at missa okkum burtur og verða eins og øll onnur lond. Vit skulu gera tað uppá okkara máta, undir okkara fortreytum, við virðing fyri øllum tí sum undan er slóðað, men vit byggja víðari uppá tað: Vit møta framtíðini og hennara krøvum og avbjóðingum, við fótunum væl og virðiliga gróðursettum í føroyskari mold.

Tað tekur tíð at røkka á mál - kanska røkkur man aldrin á mál, tí tað er ikki absolutt - men bara tað at vit ætla okkum á hesa ferðina, at vit byrja at arbeiða fram ímóti tí stóra málinum - er tað sum hevur størstan týdning. Tað kann vekja alla tjóðina úr dvala og fáa okkum at rætta ryggin. Og føroyingar heima og úti fara at velja Føroyar til heldur enn frá. Tí her er gott at vera.

Takk fyri