Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Talgilda undirskrift nú

Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir á Landsstýrið um at taka stig til, at føroyingar fáa eina talgilda undirskrift eins og grannalondini.

Sum víst á í vinnusjónarmiðum felagsins frá 2011, “Koyrið so á motorin”, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at neyðugt er at útbyggja elektroniska undirstøðukervið í Føroyum.

Lítið er at ivast í, at ein slík skipan hevði komið landi, kommunum, vinnu og borgarum til góðar. Almenna og kommunala fyrisitingin høvdu verið nógv smidligari og sparingar eru óivað at heinta, um ein talgild undirskrift verður setti í verk í Føroyum. Í løtuni eru møguleikarnir fyri avgreiðslum á netinum ógvuliga avmarkaðir, og vit hava framvegis ikki fingið eina talgilda undirskrift, ið er ein fortreyt fyri at fáa skilagóða nýtslu av talgildum nýtsluskipanum.

Vinnan hevði fingið størri møguleikar at veita eina betri og effektivari tænastu umframt at hetta hevði gjørt samskifti við myndugleikar lættari. Við talgildari undirskrift hevði borið til t.d. at bíleggja tíð hjá tannlækna, stovna virki umvegis Skráseting Føroya, fáa atgongd til persónligar sjúklingajournalir umframt at góðkenna og rætta síni skattaviðurskifti umvegis heimasíðuna hjá TAKS.

Ein talgild undirskrift hevði eisini verið við til at lætt um og effektiviserað samskiftið, sum borgarin hevur við tað almenna.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar, at Landsstýrið í komandi tingárið fer at taka ítøkilig stig til at menna føroyska elektroniska undirstøðukervið við talgildari undirskrift.