Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tann reyða slóðin

Ein av Eingla-journalistunum hevur nú skrivað bók um kommunistarørsluna í Føroyum. Ikki allir fjømiðlar hava fingið eintak av bókini, helst tí, at har er nógv at seta spurnartekin við – t.d. hvørjar keldur journalisturin stiðjar seg uppat.

Soleiðis, sum vit hava fingið upplýst um bókina, so er lítið nýtt komið undan kavi, sum ikki longu hevur verið avdúkað í øðrum skrivligum tilfari um kalda kríggið. T.d. hevur Oyggjatíðindi eisini skrivað, at kommunistarørslan, sum helt til í í Skrivarastovu, og hevði komandosentral í kjallaranum í húsunum, Kjartan Hoydal, eigur í dag.

At sleppa inn í tey húsini var so eitt, men at sleppa niður í kjalaran var bara fyri tey útvaldu. Blaðið skrivaði fleiri greinar um hesi viðurskiftir. Eisini, at Føroya-kommunistarnir vandu vápnaðan uppreistur í Vágunum, og at teir eisini vóru á legum í Noregi, og í Eystureuropeiskum londum.

Tá ikki bar kommunistunum til at koma á mál, var neyðugt at hugsað stratekiskt: “If you can't beat them, join them”. Ein trupulleiki við reyðgardistunum var, at teir høvdu ringt við at hava eitt felags stev, og tí gingu tey reyðu í bólkum.

Harða kjarnan bleiv smáborgarlig og gráð, og lat seg í eina sokallaða politiska dvalastøðu, og bleiv partur av samfelagstapetinum. Nú var tað um at byggja sær upp eitt ávíst trúvirði, og villeiðingin riggaði.

Ein av teimum, sum var sera aktivur, og trónaði ovarlaga í felagsskapinum, var Kjartan Hoydal. Hann endaði, sum skrivstovustjóri í Tinganesi, har hann ráðgav løgmanni, til hann seinni bleiv leiddur út.

Í Tinganesi høvdu embætisfólkini í fiskivinnuumsitingini, arbeitt leingi við sokallaða skipapakkanum. Meðan hetta hendir, avdúkar Oyggjatíðindi, Global-gøluna.

Hetta var miðskeiðis í áttatiárunum. Tað var umráðandi at fáa stevnt blaðstjóranum fyri at skriva, at ongin eginpeningur var í skipunum, og at tey lógarkravdu 10 prosentini ólógliga vóru løgd omaná skipaprísin.

Tað var skipsmeklarin- og advokaturin, Albert Mortensen, ið stevndi. Frammanundan hevði hann hoyrt til hørðu kjarnuna av reyðgardistum, og tað skuldi eisini vísa seg, at skrivstova hansara átti sín bróðurpart av sokallaða skipapakkanum.

Men við Global-gøluni hangandi, bar ikki til at koma fram við Skipapakkanum. Tað var tí neyðugt at fella dóm yvir blaðstjóran, sum eisini bleiv dømdur fongsul uttan møguleika fyri verju. Sakin átti at ganga umaftur, men teir reyðu høvdu skund.

Landsrætturin staðfesti dómin, og gjørdi fongslingina treytaða, men við øðrum dómi, varð hetta aftur eitt treytaleyst svans, sum gav fongsulsrevsing til blaðstjóran. Og øll vóru glað.

Einglapressan skilti ikki petti av nøkrum fyrr enn samfelagið fór á heysin fyrst í nítiárunum. Skipapakkin var ein suppa av returkommissiónum. Peningastovnarnir vóru innblandaðir, og sendu váttanir út í Tinganes um eginpening til skipini. Tá váttanin var farin, vórðu pengarnir aftur sendir víðari í annan lumma.

Prinsippi var, ikki at gjalda tey 10 prosentini í eginpeningi, men at leggja hetta omaná skipaprísin. Hetta var ólógligt. Tað visti øll.

Men fyri at fáa skipapakkan í gjøgnum máttu allir myndugleikar spæla við fyri at fáa Global-gøluna aftur við borðinum við einum skurki – tann, sum avdúkaði tað heila. Hetta kann best lýsast við orðunum hjá Thorvald Hesselholt, kriminalpolitisti, sum arbeiddi við skipagøluni. Hann boðsendi blaðstjóranum á Oyggjatíðindum til fundar, og segði:

Jeg forstår ikke hvad dommerne har i mod dig, men anklagemyndigheden har alle beviser for, at det, avisen skrev om i forbindelse med Global, var korrekt. Egenkapitalen blev lagt ovenpå real-prisen. Skibene blev derfor 10 prosent dyrere.

Meðan kriminalpolitisturin sigur hetta, peikar hann á eina rúgvu av ringbindum fyri at staðfesta, at prógvini vóru til taks.

Táverandi stjórin í Skattavaldinum, Petur Alberg Lamhauge, og hansara fólk, vóru sannførd um, at svikað var við eginpeninginum í samband við Global-skipini, og sendi málið til fútan, men fútin var skúlaður rætt. Hann sendi málið retur.

Nakrar ferðir ferðaðist gølan millum Skattavaldið og ákæruvaldið, men tá skattavaldið fekk gjørt avtalu við menninar aftanfyri Global um, at gjalda skatt av fiktiva eginpeninginum, sum varð brúktur til skattligar avskrivingar, var ávíst nøgdsemi, tó at støðan prógvaði returkommisiónina, sum ongantíð fekk avleiðingar.

Sum ovasti embætismaðurin í Tinganesi á økinum, vitnaði Kjartan Hoydal í skipagøluni, men hann hevði uttan iva, endað á ákærubeinkinum, um Thorvald Hesselholt, hevði fingið loyvi til at vinkla gøluna av nýggjum. Hetta gekk út uppá, at blaðstjórin skuldi melda ávísar persónar fyri svik í móti landskassanum.

Vit vita øll, at ákæran ljóðaði uppá villeiðing av Landsstýrinum, men tá landsstýrið visti, bar ikki til at døma nakran fyri villleiðing. Men hetta hendi ikki. Knappliga var Thorvald Hesselholt farin aftur til Danmarkar. Umberingin var, at hann átti so nógvar yvirarbeiðstímar, at avspáka, men sannleikin var, at lok skuldi leggjast á gøluna.

Seinni flýddi Kjartan Hoydal, til London, har hann hevur verið til fyri stuttum.

Tann reyða slóðin er eisini løtt at fylgja politiskt. Øll vita hvørja ávirkan ovasti reyðgardisturin hevur á Tjóðveldi, eisini hvussu effektivt Kjartan Hoydal, stýrir sínum fylgisveinum, tá eitt teldubræv av misgávum kemur út alment. Bindingarnar millum flokk og hendan høga føroyska reyðgardistin eru væl lýstar í grein hjá Tobba um Mesias.

Tað er onki at ivast í, at endamáli var at søkka samfelagið, fyri síðani at byggja tað uppaftur í reyðari stoypiskeið. Samfelagið reistist aftur, men reyðu fingramerkini hingu ongantíð við.

Paradoksið er, at Tobbi, sum hevur verið kritiska røddin innanfloks, sjálvur hevur latið seg leiða av hesi knallreyðu kjarnu, sum hevði lagt sínar kúlur í rakettrampuna á løgtingsvalinum, har flestu tó vórðu skotnar niður.

Hasin Eingla-journalisturin hevur fingið lítið við av slóðini hjá teimum føroysku reyðu.

Oyggjatíðindi

Dan Klein, blaðstjóri