Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á móttøku á Reinsarínum sunnudagin 10. september handaði Team Rynkeby Føroyar Krabbameinsfelagnum peningagávu. Krabbameinsfelagið takkar fyri stuðulin, sum er oyramertkur til børn við krabbameini og børn við lívshættisligum hjarta- og lungasjúkum.

Team Rynkeby Føroyar handaði Krabbameinsfelagnum peningagávu

Dan Klein --- 12.09.2017 - 08:33

Talan hjá Magnus Magnussen, nevndarlimi í Krabbameinsfelagnum, á móttøkuni í Reinsarínum sunnudagin:
 
Góðan dagin øll somul
 
Tað er við eini sera góðari og sera eyðmjúkari kenslu at eg í dag standi her og taki ímóti hesi gávu vegna Krabbameinsfelagið, sum umsitur hesar pengar.
 
Krabbameinsfelagið er ein áhugafelagsskapur og sama kann sigast um Team Rynkeby Føroyar.
 
Vit sum standa her í dag, og nógv onnur, eru áhugaði í at hjálpa, hjálpa fólki sum hava fingið krabbamein og aðra lívshóttandi sjúku.
 
Innsavnaði peningurin skal brúkast til at hjálpa børnum, sum eru rakt av lívshættisligum sjúkum, - krabbamein, hjarta- og lunga sjúkum.
 
Tey sum eru rakt og tey sum blíva rakt, skulu fáa eitt so gott og virðiligt lív sum møguligt. Eisini skulu pengarnir brúkast til og at granska í hesum sjúkum.
 
Eg vaks upp í einari lítlari kullu norðan fyri Havnina, ein sera vøkur, góð, hugnalig og fevnandi kulla. Tað var hon sum varð full av Skodabilum, tí teir trektu ikki niðan aftur J, -tann trupuleikin bleiv til endans loysturJJ
 
Fólkini vóru sera fitt og fyrikomandi og vit spældu úti næstan allan dagin, - í haganum, bygdini og fjørðuni – vit fangaðu millum annað Krabbar og teir fingu ikki altíð tað bestur viðferðina og teir flestu doyðu.
 
Sama kann sigast um tann “Krabban” sum vit øll somul í dag royna at fanga,  hann skal eisini einaferð “doyggja”.
 
Tað fyrsta sum eg sjálvur kann minnast til hesa sjúku var umleið 1970. Vit spældu og runnu runt í bygdini og knappliga stóð hon har. Ein ung, fitt og pen kona, sum altíð hevði verðið har, - hon var ein partur av bygdini, men nú var hon knappliga blivin gul, sóljugul!!!!!
 
Hettar er ein av teim sjónunum sum ongantíð fara frá mær.
 
Hví var hon knappliga blivin gul?
 
Jú eg fekk at vit at hon var sjúk og hevði fingið “kreft”.
 
Sjálvt um hon var blivin gul, so gavst hon ikki við at  ganga úti og vit sóu at hon bleiv veikari og veikari. Eg skilti einki hví so var, hon hevði jú “kreft” og í mínum hugaheimi, so skuldi eingin trupulleiki veri her. Helt at “kreft “ merkti styrki.
 
Men soleiðis var tað ikki, hon bleiv veikari og veikari, gavst at ganga úti og til endans tapti hon kampin.
 
Soleiðis var tað tá, hevði ein fingið kreft, so var tað ein sjúka sum ein doyði av, men soleiðis er tað tíbetur ikki í dag.
 
Sjúkan var heldur ikki nakað, sum fólk tosaðu so nógv um  - tað var tabu -  um ein spurdi so fekk ein eitt stutt svar, - einki bleiv tosað.
 
 
Àðrenn orðið kreft kom, bleiv tað kallað tering, fólk tardust spakuliga vekk, akkurát sum vit kenna tað við jarni.
 
Tá ein fekk kreft, var tað deyði.
 
So kom orðið krabbi - krabbamein, - veit ikki hví, men hettar var eitt skifti til eitt sindur av vón og minni tabu.
 
Ì 1981 stóð eg i læru á Skipasmiðjuni her í Havn, millum annað saman við okkara fyrrverandi formanni. Hann bleiv raktur av kreft hettar árið. Hettar var ein øgilig staðfesting fyri okkum sum lærdu saman við honum, at hettar unga lívið fekk so harða viðferð
 
Minnist meg rætt so var tann kemoin sum hann fekk, fyrsta viðgerðin sum bleiv givin í Føroyum , sum hevði til endamáls at grøða fólk við kreft.
 
Hann plagdi at siga við meg beint áðrenn vikuskifti, ja Magnus, tað er munur á, nú fari eg at fáa mær kemo og síðan spýggja í fleiri dagar meðan tit fara í býin at hugna tykkum.
 
Soleiðis var tað og tað føldist so sera órættvíst.      
 
 
Sjalvur varð er raktur av krabbameini í 2010, so eg kenni hettar á mínum egna kroppi. Tað er eisini tí  eg standi her í dag.
 
Eg vil fegin hjálpa, og vera  við  til at gera mun. Gera tað møguligt at basa hesum sjúkunum og at vera við til at gera alt hettar minni tabu.
 
Eg minnist hvussu veikur eg var tá eg var sjúkur, men óansæð hvussu móður eg var, so hjálpti tað altíð at gera okkurt fysiskt, bleiv hvørja fer minni móður eftir fysiskt arbeiði. Eg súklaði nógv hesa tíðina og hjálpti tað sera nógv.
 
At vera fysiskt aktivur til dagligt, eisini tá ið ein er frískur, er ein stór hjálp.
 
Piet Hein hevur einaferð sagt:
Der er en ro
Der beror på 
At du er tro mod det du tro
 
Eg hevði eisini eina trúgv - Hóast eg var sjúkur og veikur, so hevði eg alla tíðina trúnna uppá, at eg fór at blíva frískur aftur, og eg føli meg hepnan at tað bleiv so.
 
Tá eg var sjúkur, stytti eg mær stundirnar við at eg lá á sofuni og hugdi at fótbólti og Tour de France í sjónvarpinum. Havi altíð dámt væl súkling og súklukappingar.
 
Um somu tíð hoyrdi eg fyri fyrstu ferð um Team Rynkeby. Tá  hugsaði eg við mær sjálvum, og gav mær sjálvum eitt lyfti, - blívi eg frískur aftur, so skal eg súkla til París.
 
Um somu tíð hoyrdi eg eisini í Ùtvarpinum, eitt prát við Alfred Hummeland, sum súklaði við einum donskum liði hjá Team Rynkeby til Paris.
 
Saman við fleiri, var eg við til at byrja Team Rynkeby Føroyar og vit súklaði fyrstu fer til Paris í 2014.
 
At súkla til Paris er ein sera stór uppliving, har øll fólkini vilja gera nógv fyri at savna pengar til hettar endamálið. Ein fantastiskur felagsskapur, har vit uppliva nógv ymisk ting, møta persónligum avbjóðingum og fáa minnir fyri livið.
 
At blíva gulur merkjur nú fyri okkum – vón, hjálp og vinarlag, Team Rynkeby Føroyar .
 
Vit í Krabbameinsfelagnum eru heppin, tí vit hava eina sum hevur verið Rynke-gul og eina sum akkurátt er blivin Rynke-gul, Jancy og Sólrun.
 
Ikki kann sigast annað enn at tað ger mun at granska í sjúkum. Tað er sera stórur munur á hvussu viðgerðirnar eru í dag og hvussu tær vóru.
 
Bara síðan at eg var sjúkur í 2010 eru munandi broytingar hendar tann rætta vegin, so tað ger mun – ja stóran mun at granska.
 
Vegna Krabbameinsfelagið skal eg takka Team Rynkeby Føroyar, øllum súklarunum, hjálparfólkunum, stuðlum v.m og øllum sum hava gjørt hettar møguligt, fyri eitt megnar arbeiði, sum er lagt í til at savna hesa stóru upphædd.
 
At enda kann eg upplýsa, at nú er komin ein umsókn, um peningaliga stuðul til at granska í barna-krabba. Eisini kann upplýsast at hjartabørn hava i ár fingið pengar til ymisk átøk v.m.
 
Hettar gleðast vit sera nógv um í Krabbameinsfelagnum.
 
Enn einaferð stóra takk fyri og góðan túr til Paris komandi ár.
 
Handan av innsavnaða  peninginum  2016 -2017, Team Rynkeby Føroyar, tann 10. September 2017 á Reinsarínum í Tórshavn.
 
Magnus Magnussen
Nevndarlimur í Krabbameinsfelagnum