Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almenn samkoma verður sunnudagin 10. september kl. 16.00 á Reinsarínum í Havn. Øll eru vælkomin.

Team Rynkeby Føroyar: Innkomnu pengarnir verða handaðir sunnudagin

Dan Klein --- 10.09.2017 - 09:06

Handan av innkomna peninginum.

Almenn samkoma verður í Reinsarínum í Havn, sunnudagin 10. september kl 16.00
 
Árið 2016 - 2017 er fyri Team Rynkeby við at koma til seinasta hæddarpunkt. Sjálvandi er tað eitt hæddarpunkt at súkkla til Paris. Tó er tað ein góð kensla, at vit samstundis kunnu samla pening inn til børn við líshættisligum sjúkum, og familjum teirra.

Á samkomuni fara umboð frá Krabbameinsfelagið, felagnum Hjartabarnið og Team Rynkeby at verða til staðar, tá Krabbameinsfelagið tekur ímóti innkomna peninginum. Ein grunnur hjá Krabbameinsfelagnum umsitir peningin og lutar hann út til børn við lívshættisligum sjúkum, so sum krabbamein, hjarta og lungasjúkur.
 
Guðrið Hansdóttir fer at spæla nøkur løg og kaffi og kaka verður at fáa.

Øll eru vælkomin