Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Teir fyrstu fimm námsfrøðingarnir lidnir við bachelor-ískoytisútbúgvingina

Í dag fingu teir fyrstu fimm námsfrøðingarnir, ið hava tikið bachelor-ískoytisútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya, prógvini handað á eini hátíðarløtu á Fróðskaparsetrinum.

11 námsfrøðingar byrjaðu upp á ískoytisútbúgvingina í september í fjør, og í august verða hinar lidnar.

Hetta hevur verið eitt strævið ár, tí útbúgvingin er tikin við síðuna av teirra dagliga arbeiði. Ískoytisútbúgvingin er býtt á trý modulir - vísindaástøði, fakmodul og bachelorverkætlan. Tær fimm, sum fingu prógvini í dag, eru frá vinstru:

Ann Poulsen, Sigvør Gregersen, Kára Danielsen, Jóna Jacobsen og Ketty á Fríðriksmørk. Føroya Pedagogfelag ynskir teimum hjartaliga tillukku við próvnum.