Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TEIR YNKILIGU LOYSINGAR-SNULTARARNIR (Gorrandi braneggjað teori, men ússalig praksis)!

At tær ymsu sektirnar av tjóðveldis-, fullveldis- ella loysingarmonnum aldri hava havt nakran konsekvens ella samsvar millum gjallandi hatifull rakstrarróp og praktiskar politiskar gerandis- gerðir er ikki nakað nýtt fyri okkum gomlu.

Vit minnast væl teir fyrstu vælgøddu ”republikansku” øvundsjúku undirlutamenninar, sum nýliga heimkomnir úr Danmark, spelknir og og danskt fóðraðir aftaná kríggið fóru at eggja við hatifullum orðum móti tí landi, sum hevði forkelað teir í fimm ár. Vit minnast væl teirra hat móti danskarum, men teirra ovurgóðsku til danskar pengar, tá ið til bar at fáa ein danskan gloypibita.

Vit kunnu nevna Erlend P., Karstin Hoydal, Jákup í Jákupsstovu, D.P. Danielsen og Sigurð Joensen, sum allir t royndu at kradda til sín eftir donskum modelli, men samstundis kravdu, at eingin vanligur maður skuldi hava nakran danskan stuðul. Tá ið vanligir veljara fingu nakað úr Danmark, var tað olmussa, men fyri teir var tað ein rættur.

Í nýggjari tíð, vita vit, at tá ið danskir tippingarpengar skullu útbýtast millum ungdóm í Føroyum eru teir grádigu hvølparnir úr Unga Tjódveldið teir allargrammastu at kradda til sín, men á almennum fundum goyggja teir um, at "vit skullu klára okkum sjálvi" uttan danska "armóðspengar", sum teir kalla tær veitingar, vit hava rætt til sum ríkisborgarar.

Teir mjølva skammleyst burtur av donskum blokkpengum, sum í síni tíð vóru ætlaðar gomlum, sjúkum og illa støddum, men kortini hava tjóðveldismenn á Fólkatingi nassað sær til ein privatan blokk av donskum "blódpengum", sum var nógv størri enn ein danskur fólkatingsmaður helt seg kunna vera bekentan ella hava rætt til.

Eftir teirra vitleysa logikki er tað bara tað vanliga fólkið, sum ikki má fáa danskar pengar. Tjóðveldistoppurin noktar sær onga danska fígging, og flestir hava teir lisið í Danamark og havt eina bestu og glæsiligastu tíð i Kjøpinhavn, men nú vilja teir nokta føroyskum ungdómi at fara niður at fáa somu vilkor, sum teir fingu og dusaðu sær við í áravís. Nei , nú skullu tey ungu lesa á tí ynkiliga Heimføðissetrinum í Havn. Har høvdu teir akademisku loysingarmenninir aldrin tíma at spilt sína tíð!

Tann undarligi avmynstraði loysingar-DENNIS

Men nú eru aftur spildurnýggj tjóðveldis-signal úr Vági, har ein undarligur loysingarmaður við tí menska útlendska navninum DENNIS Holm er farin at seta nýggja tjóðveldisrekord í systematiskari ”snultan” og og mannminkandi ”tjódveldisnassing” til lesandi vágbingar. Eftir høgnesiskum logikki setir Dennis rekord í manglandi sjálvbjargni og hevur ongan vilja til at klára seg sjálvur.

Tað ”armóðsuppskotið”, sum hesin surrealistiski fullveldismaður ætlar at fáa danskan SU-stuðul til, er eftir kompleksfyltum tjóðveldisleisti ekstremt skammiligt, men tað skal undirstrikast, at fyri ein skilagóðan sambands- ella javnaðarmann uttan undirlutakenslu, er tað reinur logikkur fyri einhvønn ríkisborgara og búrahønur við.

Tann sambandski loysingar-DENNIS vil hava vágbingar at sita heima og ”snulta vid teldu”, meðan teir móttaka ”mannminkandi” undirvísingartilfar úr Danmark. Eftir høgnesiskum logikki eitt brotsverk, eftir dennisinskum leisti eitt sambandskt-loysingarligt columbusegg.

Einasti forútsetningurin fyri nassingina er, at man vrakar tað vitleysa "føroyska" persóns-nummarið, sum Høgni Hoydal í síni tíð fekk innført fyri at komplicera, fløkja, problematisera og næstan ómøguliggera eina normala kommunikatión millum føroyskt vinnulív, -bankar og persónar við aðrar stovnar/persónar í restini av Ríkinum. At Loysingar-DENNIS nú er blivin so skilagóður, at hann sær, hvussu idiotiskur tann høgnesiski knapp-erpnis-politikkurin er, ja, tað eru stórtídindi, og vit kunnu bara ynskja borgarameistara-leggaldinum DENNISI tillukku við, at hann er eitt satt Guds barn, ið batnar av tjóðveldisillskuni. Tað er akkurát sum við meslingum. Man verður nógv sterkari og immunari yvirfyri Kirkjubíggjarmøsni og øllum stupidum fullveldistvætli seinni í lívinum.

Eini sambandsk skilaráð til DENNISAR, borgarameistara: Heldur hann fram við fleiri av slíkum Petur Mohr Damskum idéum og tiltøkum, skal hann vera vælkomin á listan hjá sambands- ella javnadarmonnum til næsta valg, tí hatta er jú skilagódur politikkur fyri tey, sum IKKI hava UNDIRLUTAKENSLU fyri donskum ríkisveitingum, sum jú nettup Petur Mohr Dam vildi útvega øllum føroyingum sum teirra sjálvsagda RÆTT og ikki sum armóð, sum avstumpaðir tjóðveldismenn hava loyvt sær at kalla okkara donsku pengar, vit eiga at fáa sum ríkisborgarar og ikki sum gorrandi undirlutakenslu-befongdir breggjarar.

Breggjarar eru jú bara kvikir omanfyri beltið!

Hurrá fyri Dennisi, tjóðveldisnassara, men skál fyri honum sum javnadartaktikara og sambands-logikara. Eg bresti við studentaflagginum, sum loysingarmenn ikki vildu vita av í tretivunum, og eg veittri fyri Dennisi eina viku, áðrenn flaggdagin, Um Dennis nú skal standa skúlarætt fyri sínum p-tals-guru er eitt annað mál, men vit hava ikki fólkadómstólar her ENN. Men um tær ikki-dennisinsku leivdirnar av tjóðveldisflokkinum, kann man bara siga sum Petur Mohr Dam segði um ta forstýraðu tjóðveldis-sektina: Har sum eingin er æran, er heldur eingin skommin!

18/4-2013

Virgar T. Dalsgaard