Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Teknið tykkum til Fólkafundin 2013 í Klaksvík

TÍÐINDASKRIV: Tað ber longu nú hjá flokkum og feløgum til at tryggja sær pláss á stóra demokrati festivalinum, Fólkafundurin 2013, sum verður í døgunum 20. og 21. september.

Hugskotið er at savna myndugleikar, feløg, áhugafeløg og einstaklingar á einum og sama stað til tveir gevandi dagar – og harvið minka um frástøðuna millum ymsu aktørarnar í samfelagnum. Fólkafundurin 2013 er tí eitt sera gott høvi at føra fram sjónarmið hjá flokkum og feløgum. Har ber til at netverka og fáa ávirkan á áhugabólkar, myndugleikar og onnur.

Í ár verður Fólkafundurin hildin í báðum ítróttarhøllunum í Klaksvík. Tað gevur góðar møguleikar at savna saman øll tiltøkini, og harvið skapa eitt gott og gevandi umhvørvi. Eisini eru svimjihøll og fótbóltsvøllur beint við, so til ber at fáa ein ella tveir góðar dagar í Klaksvík fyri alla familjuna.

Høvuðsfyriskipararnir skipa fyri nøkrum tiltøkum, og eisini stendur tað øllum luttakarum frítt at skipa fyri sínum egnu tiltøkum á Fólkafundinum 2013. Umframt framsýningarbásar vera eisini seks ymisk eventhøli umframt ein stórur pallur, har luttakarar kunnu leiga sær pláss til eitt ella fleiri tiltøk.

Tilmeldingin til Fólkafundin 2013 er nú opin. Tann, sum fyrst teknar til, fær fyrsta rætt til at velja sær ein bás, umframt fyrsta rætt til eventpallarnar.

Á heimasíðuni www.folkafundurin.fo ber til at lesa nógv meira um, hvussu praktisku viðurskiftini verða skipað á fólkafundinum hesaferð.

FAKTA um Fólkafundin:

Endamálið við Fólkafundinum er í stuttum at fáa politikkin út til vanliga borgaran. Hugskotið er kent og sera væl umtókt í okkara grannalondum, og í fjør varð fyrsti Fólkafundurin hildin í Føroyum. Út við 50 felagsskapir, fakfeløg, áhugafeløg, politiskir flokkar, kommunur og onnur tóku lut við tilsamans 86 ymiskum tiltøkum. Fleiri enn 1500 fólk vitjaðu Fólkafundin í fjør.

www.tilmelding.fo/folkafundurin2013