Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Telefontíðirnar hjá Coronalinjuni broyttar eitt vet

Frá mánadegnum, 30. mars 2020, verða telefontíðirnar hjá Coronalinjuni broyttar eitt vet. 

Um tú hevur spurningar um eitthvørt, sum viðvíkur coronavirussmittuni ella íkomnu støðuni, ber til at ringja til Coronalinjuna á tlf. 30 40 40.

Ivast tú til dømis í, hvussu tú skalt bera teg at í sóttarhaldi, hvussu lønarviðurskifti nú verða skipað, tørvar tær ráðgeving í sambandi við ferðing ella okkurt heilt annað, ert tú vælkomin at ringja til Coronalinjuna. 

Avgreiðslutíðirnar eru nú hesar: 
Mánadag til fríggjadag kl. 8-16
Leygar-, sunnu- og halgidagar kl. 12-15