Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Temaferðir beinleiðis úr Vágum til Costa Blanca

Í vár sleppa føroyingar at ferðast longur út í heim uttan at skifta flogfar á vegnum. Tá letur nýggja føroyska fyritøkan í Spania, Sólorka, dyrnar upp fyri føroyskum ferðaløgum, sum uttan fyri háárstíð ynskja at søkja sær heilsubót, íðka ymisk ítriv ella bara taka sær av løttum sunnaliga í Spania.

Føroyska fyritøkan stovnar eitt beinleiðis flogsamband millum Vágar og Alicante. Í 2016 er ætlanin at gera einar 10 flogferðir, men miðjað verður ímóti at økja túratalið í 2017, um føroyingar taka væl ímóti hesum nýggja møguleikanum, upplýsir Tróndur Djurhuus, stjóri í felagnum. Eisini verður eitt føroyskt grannalag skipað við føroyskum vertum, barnagentum og øðrum hjálparfólki umfram øllum hentleikum, sum fólk vænta sær, tá tey ferðast suðureftir.

Sólorka hevur nú kunngjørt tær fyrstu 23 hópferðirnar, sum verða frá 29. mars til 10. mai 2016. Teirra millum eru ein ferð fyri tey eldru, tvær heilsuferðir og tveir detox-túrar umframt ein heilt serligur appilsintúrur. Harafturat býður Sólórka temaferðir innan súkkling, golf, yoga, list, mál & mentan, gongutúrar og fjallarenning. Føroyska fyritøkan býður sær eisini til at skræddaraseyma tema-ferðir fyri bindiklubbar, ítróttafeløg, starvsfólkahópar ella aðrar bólkar. Møguleiki er eisini hjá bæði einstaklingum, familjum og bólkum halda frí við Miðjarahavið.

Sólorka – sum eisini rópar seg ’føroyska grannalagið í sólini’ – er í Altea-víkini, sum sambært heimsheilsustovninum WHO hevur eitt hitt heilsubesta mikro-veðurlagið í heiminum. Víkin er rættiliga sunnaliga í Spania, einar 500 kilometrar sunnan fyri Barcelona. Hon hevur lítið og einki avfall, og har er ongantíð bítandi kalt. Á vári og heysti er meðalhitin eini 20-25 stig. Costa Blanca verður eisini mett sum eitt av bíligastu ferðamálunum við Miðjarahavið.

Hjúnini Unn Hilduberg og Tróndur Djurhuus, sum búgva í Altea, hava stovnað Sólorku. ”Vit hava nakrar frálíkar møguleikar her í økinum – bæði fyri at taka sær av løttum og fyri veita fólki heilsubót og fyri at íðka ítrótt og ymisk uttanduravirksemi, sum tað ikki altíð er so lætt at íðka heima í Føroyum uttan fyri háárstíð,” sigur Tróndur Djurhuus. ”Vit ynskja at geva øðrum føroyingum ein ómakaleysan møguleika fyri eisini at njóta hesar møguleikar, og vit vóna, at fólk taka væl ímóti tilboðnum.”