Temakvøld um eldraøkið og eldrapolitikk
Mikukvøldið hin 5. mars kl. 19.00 skipar Landsfelag Pensjónista fyri temakvøldi um eldraøkið og eldrapolitikk. Fundurin verður í “Glæmuni” í Kvívík.
Tey, ið leggja fyri eru: Elisabeth Ellingsgaard, komandi brúkari og næstforkvinna í Landsfelag Pensjónista.
Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Tórshavn
Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna
Annika Olsen, landsstýriskvinna
Fundarevni snýr seg um hvussu myndugleikarnir ætla at tryggja, at tey eldru kunnu vera verandi í egnum heimi longst møguligt? Og verður harumframt spurt hvussu verður við fíggjarleisti og tænastustøði, tá/um eldraøkið verður lagt út til kommunurnar?
Eftir framløgurnar verður høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum.
Nevndin í Landsfelag Pensjónista