Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Terje B. Vestergaard tikið sæti á tingi

Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri hevur boða tinginum frá at hann sambært § 63 í tingskipanina frá í dag ferð í farloyvi.

Næsti maður á listanum er Jógvan Skorheim, og hann boðaði frá at hann kann ikki møta. Sostatt er Terje B. Vestergaard triði á listanum hjá Sjálvstýri.

Terje B. Vestergaard fekk 116 atkvøður við løgtingsvali, og tekur tí sæti á tingi fyri fyrstu ferð, og er 46 ára gamal.

Hann er búsitandi í Saltangará, er giftur við Birnu, og eiga tey 3 børn saman.

Terje B. Vestergaard er ikki ókendur við politiskt arbeiði. Hann hevur í 8 ár verði uppí í kommunal politiskum arbeiði, og er varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu.