Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Terry’sa saga ein sjónleikur á G!

Hóskvøldið á G! verður heimsfrumframførsla av klóvnaleikinum Terry'sa saga. Leikurin er 5 korter av føroyskum samleika og ein reyð nøs.

Eventmálaráðið bjóðar til eitt nýtt event. Hesaferð er tað ein klóvnleikur til vaksin. Leikurin eitur SAGA, klóvnin eitur Terry og evnið er Føroyingasøga.

Hvat hendir um ein klóvn fær til uppgávu at lýsa føroyska samleikan? Vit hava biðið Terry leggja tingini á borðið og guida okkum ígjøgnum okkara egnu søgu.

Hvat stendur skrivað millum linjurnar? Hvørjar detaljur hava vit yvirsæð?

Og hvørji súmbolir hava vit misskilt? Í stuttum verður føroyski samleikin eltur, snaraður, tugdur og sniffaður í hesum lívsjáttandi flennifesti har eingin sýning er eins og hvør einasta løta óforútsigilig.

Terry'sa Saga er fyrsti føroyski klóvnleikur av hesum slag og kl. 19:30 hóskvøldið á G! verður heimsfrumframførðsla.

Leikurin verður í Stjórastovu hvønn dag á G!

Leikstjóri er Mario Gonzalez, hann er upprunaligt úr Guatemala, búsitandi í París.

Í átta ár starvaðist Mario sum limur í Theatre du Soleil undir leikstjóranum Ariane Mnouchkine, har hann gjørdist viðurkendur sjónleikari í framleiðslunum hjá Ariane, so sum LES CLOWNS, LA CUISINE, 1789, og L’AGE D’OR.

Í starvi hjá Ariane Mnoouchkine vaks passiónin fyri commedia dell’arte og í dag hevur Mario Gonzalez uppbygt sín egna undirvísingarhátt og framførslustíl innan neutrala masku, commedia masku og clown.

Síðan 1980 hevur Mario Gonzalez verið lærari á Conservatoire National Superieur d’Art Dramatique in Paris, Franska sjónleikaskúlanum og hann verður mettur at vera størsti serfrøðingur innan hesar listagreinar í Fraklandi.

Á skúlanum hevur Mario undirvíst nøkrum av týdningarmiklastu fronsku films- og pallsjónleikarunum. Harumframt hildið verkstovur um allan heimin og leikstjórnað nærum hundrað framleiðslum.

https://www.facebook.com/eventmalaradid

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=pDp_IvwR1ag]
Trailari