Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tey forvitnu í Kringvarpinum

Týsdagin 11. februar sendi KVF fyrstu av fýra sendingum við heitinum Tey forvitnu.

Tað er Elin Michelsen, sum leggur til rættis. Hon sigur soleiðis um sendingarnar: ”Vit tosa um granskingarpengar, granskingarumhvørvi og ikki minst granskarar í Føroyum. Hvat er hetta fyri umhvørvi? Hvørja gransking fáast vit við í Føroyum? Og hvørjir eru hesir granskarar?” 

Í sendingunum eru samrøður við Runu Preeti Ísfeld, Heina í Skorini, Hallberu West og Berg Durhuus Hansen, sum øll starvast á Fróðskaparsetrinum. Eisini eru samrøður við Ólavur Mortensen, Ílegusavnið, Sannu Laksá, Syntesa, Jóhannu Lava Køtlum, Fiskaaling, Janus Vang, iNOVA, og Anniku Sølvará, Granskingarráðið.

Í fyrstu sendingini var samrøða við Runa Preeti Ísfeld.