Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nordic Cancer Union hevði fund á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn tann 17. Februar 2014. Fundurin gekk væl. Nógv áhugaverd mál vóru á skránni. M.a. var uppskot til nýggja NCU strategi umrøtt.

Tey norðurlendsku krabbameinsfeløgini hava havt fund í Keypmannahavn

Ein arbeiðsbólkur við limum úr øllum NCU londum hevur í eina tíð arbeitt við at tilevna nýtt uppskot til strategi. Arbeiðsbólkurin mælir til, at NCU tey næstu 5 árini arbeiðir við hesum økjum: registaragrunadaðum epidemiologiskum kanningum, frágreiðandi epidemiologi, samanlíknandi kliniskum epidemiologiskum kanningum og kliniskum royndum.

NCU fundurin tók undir við uppskotinum hjá arbeiðsbólkinum, og avgjørdi at geva arbeiðsbólkinum heimild til at arbeiða víðari við at tilevna endaligt upppskot til strategi til aðalfundin í mai 2014.

Á fundinum var eisini umrøða av fundinum við ráðharrarnar í Útnorði, ið varð hildin í januar 2014, har Jákup N. Olsen, formaður, og Birita Ludvíksdóttir, samskipari, luttóku, sum umboð fyri NCU. Á NCUfundinum varð avgjørt at senda felagsskrivið:

 “Fællesnordisk indsats til monitorering, kvalitetssikring, og udvikling af kræftbehandling og forskning” til Bo Konberg, sum í løtuni er í fer við at skriva eina frágreiðing um, á hvønn hátt Norðanlond skulu samstarva á heilsuøkinum framyvir.

Næsti NCU fundur verður hildin tann 26. Mai 2014.