Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilvildarlig mynd

Tey sjeyti tonsini hjá Ran skullu brennast

Breaking news, 12.04.2014 - 13:33: Heilsufrøðisliga Starvsstovan hevur avgjørt, at hesi 70 tonsini hvørki eru egnaði til manna- ella djóraføði.

Tað var Heilsufrøðiliga Starvsstovan, ið staðfesti at sokallaði "singul-frysti" fiskurin umborð á RAN var frystur saman og landingastarvsfólk brúktu jarnbrot og høggujarn fyri at fáa fiskin sundur. Amboð vóru rustað, skrivar Heilsufrøðililga Starvstovan í frágreiðing frá eftirlitsvitjan.

Síðani var lagt hald á tey 70 tonsini, og nú kanningarnar eru lidnar, hevur starvsstovan staðfest, at hesi 70 tonsini eru ikki heldur egnaði til djóraføði.

Hetta er tó í andsøgn við tað, stjórin á Thor, longu hevur sagt, at fiskurin er góðkendur av kinesiska keypara, sum var til staðar tá fiskurin var landaður.

Úrslitið hjá Starvsstovuni er lagt fyri Thor, sum hevur fingið freist at svara dóminum um, at fiskurin er hvørki egnaður til manna- ella djóraføði.

Tey 70 tonsini, sum Starvsstovan hevur lagt hald á, skulu brennast.