Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tey súgva hitan úr golfstreyminum

Soleiðis skrivar viðurkenda danska blaðið Ingeniøren um sjáldsomu og einastandandi hitaskipanina á Boðanesheiminum. Undir yvirskriftini ”Færøsk plejehjem suger varme ud af Golfstrømmen” verður greitt frá, at hetta er fyrstu ferð, henda skipan verður roynd til ein kommunalan bygning.

Blaðið greiðir frá, at orsøkin til, at hetta yvirhøvur ber til er, at havið kring Føroyar heldur ein støðugan hita millum 6 og 10 stig. Og tí ber til at hita eitt risastórt heim uppá 5250 fermetrar við fýra stórum hitapumpum uppá 60 kW hvør.

Í greinini er rættiliga væl greitt frá, hvussu skipanin virkar. Áhugað kunnu lesa alla greinina her:

http://ing.dk/artikel/134475-faeroesk-plejehjem-suger-varme-ud-af-golfstroemmen