Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tí stuðla vit pedagogunum

Samtak tekur av fullum huga undir við krøvunum hjá Føroya Pedagogfelag, og skilir sera væl, at felagið ikki kundi skrivað undir ein sáttmála, sum lækkar realinntøkuna hjá pedagogunum, og sum ikki innihelt betringar í mun til arbeiðskorini.

Endamálið við eini sáttmálasamráðing er júst at betra arbeiðsviðurskiftini hjá limum tínum, og at tey tú umboðar skulu fáa eina rímiliga løn fyri arbeiði tey gera. Eins og hjá arbeiðarfeløgunum hoyra pedagoglønirnar til tær lægru í samfelagnum. Fyri at pedagogarnir ikki skulu gerast fátækari komandi árini er neyðugt við eini lønarhækkan, sum er omanfyri ásetingina í semingsuppskotinum.

Krøvini sum sett eru fram av Føroya Pedagogfelag eru rímilig, tískil átti at borið til at funnið eina semju, sum allir partar kunna góðtaka.

Samtak