Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tí veksur fólkatalið fram til 2050!

Tá eg hevði notera og lisið, fór eg at ivast, um eg skuldi skriva nakað. Visti ikki, um eg havi so gott skil fyri hesum. Men í triðju royndini kom rætta grundgevingin.

Fyrst hugsaði eg: Tað kann verða, at IQ er hægri enn hjá Vágadal, men Norðlýsið citeraði Líggja í Bø fyri at siga, at tað var ikki ein spurningur um at hava vit og skil, men at brúka vit og skil

Síðan hugsaði eg: Einaferð segði táverðandi útvarpskvinnan, at hann plagar at duga at rokna. Men í hesum føri er trupulleikin ikki at rokna, men at finna tey tøl, sum skulu í frymilin.

Triðju ferð bar til: Frægasta grundgevingin er, at eg havi so mikið av skili fyri fiskivinnu, at eg við rættuliga stórari vissu kann siga, at eg havi líka gott skil fyri hesum, sum búskaparfrøðingar hava fyri fiskivinnu!?

Búskaparfrágreiðingin

Búskaparráðið gav fyrr í ár sína heyst-frágreiðing út. Millum annað er rímuliga nógv um fólkasamanseting v.m.

Myndilin í brúktur verður er lýstur, eins og ein rúgva av fyrivarnum o.s.fr. sum vanligt er. Niðurstøðan er, at tað verða eins nógv fólk 0-20 ár. Færri fólk 20-69 ár og fleiri eldri enn 69. Eisini verður rokna við árligari fráflyting á gott 200 fólk. Tað verður gjørt út frá søguligum tølum. Sjálvandi sær hetta roknistykki ikki gott út. Mett verður at fleiri túsund arbeiðsfólk flyta.

Fráflyting lítið sannlík

Tað er serliga fráflytingin sum fær alarmin hjá mær í gongd. Jonhard Eliasen segði í einari grein ella viðmerking, at fólkaflytingin var fragasta búskapar-barometri vit hava. Og tað er tíverri nakað um tað. Er til- og fráflyting ikki ein beinleiðis avleiðing av hvussu tað gongur búskaparliga í Føroyum? Sum eg lesi tøl og tað sum eg minnist, so er tað soleiðis, at er arbeiði at fáa, so er tilflyting og umvent.

Arbeiði, sum verður gjørt í dag, skal eisini gerast fram til 2050. Arbeiðsfjøldin er uml. 23-24.000 og tað skal hon eisini verða í 2050. Tí verður pláss og tørvur fyri teimum 200, sum ”søguliga” hava flutt av landinum.

Tí verður talið av fólki 20-69 ár nærum óbroytt í 2051 og samlaða fólkatalið størri enn í dag. Tí verður tann fyri tíðina uppblásti trupulleiki als ikki tað, sum onkur vil verða við.

Hendan framtíðarmeting átti ikki at sloppi í eina búskaparfrágreiðing. Metingin hevur als einki við veruleikan at gera.

Eivind Jacobsen

Strendur

P.S. Tað er ikki óvist at vit fáa trupulleikar, men tað krevst onnur og betri grundgeving enn hendan.