Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tí vinnur Jørgin ivaleyst sakarmálið

Viðmerking til tollmálið (1. partur av nógvum) Havi brúkt naka av tíð fyri at hyggja eftir KVF sendingum um tollmálið. Sigast skal, at eftir mínari meining er talan um undarligan máta at gera sendingar.

Soleiðis, sum eg síggi støðuna er talan um beinleiðis villeiðandi upplýsingar, har tað tykist sum niðurstøðan er gjørd áðrenn og síðan verður leita eftir upplýsingum, sum vísa tað sum ynskist. Og samstundis er valt at síggja burtur frá upplýsingum, sum mótprógva tað sum sagt verður.

Væl veit eg, at talan er um nógvar síður av tilfari og arbeiðsorkan hjá KVF er avmarka, men tað kann ikki brúkast sum umberging fyri bert at lýsa eina søgu frá einum vinkli.

Havandi í huga grannskoðaramálið er ikki sørt at eg hugsi, at vit hava nógvar journalistar, sum hava fingið onkra discount útbúgving, og tí sigla undir ”hentleikaflaggi”.

Tað, sum eg havi funnið fram til, eru sera nógvar undarligar niðurstøður. Hetta ætli eg at gera viðmerkingar til í nærmastu framtíð. Soleiðis sum eg síggi málið er tað sum skaldi segði: Tað sum vendir niður vendir upp.

Men vit kunnu byrja við tí mest einfalda fyrst.

Portalurin og KVF pástóðu beint fyri jól, at Jørgin hevði snýtt!! Og eingin ivi er um at her tosa vit um jura! Tað framgekk klárt á tíðindafundi í Januar, at teir meintu, at Jørgin hevði snýtt.

Rættarskipanin hevur tvær ferðir tikið støðu og taks tvær ferðir

Taks meldaði Jørgin 1 juli 1993. Fútin svaraði 7/2-1994 at einki grundarlag var fyri at reisa málið. Fútin segði óbeinleiðis, at Skipafelagið hevði ábyrgdina av goymsluni!! T.v.s. um §7 var brotin, so hevði tað einki við Jørgin at gera. Heldur ikki eftir lógini sum kom í gildi í 1993 var nakað at fara eftir!

Og so skoytti fútin uppí, at einki bleiv gjørt fyri at tryggja at møgulig brot steðgaðu, hóast kontrolvitjanir vístu, at vørur blivu útleveraðar. Tað er væl ein slags ansvarspádragandi fyri Tollstovuna.

Taks kravdi 29 juni 1993 Skipafelagið eftir tí, sum ikki var goldið, vísandi til §7 og segði, at Skipafelagið hevði ábyrgdina av hesum. Taks vann tað sakina!!

N.B. Taks kravdi Skipafelagið eftir pengum, tveir dagar áðrenn teir meldaðu Jørgin!! Jú sanniliga kann tað loysa seg at skjóta í flokkin. Men betur var um teir vistu, hvat teir gjørdu.

Tí vinnur Jørgin ivaleyst sakarmálið

Út frá omanfyristandandi er trupult at síggja hvussu KVF og Portalurin skulu bjarga sær undan dómi. Tað ber ikki til at gera sína egnu definitión av hvat snýt er. Men tað tykist sum KVF og Portalurin halda seg hava eina góða sak.

Havandi í huga tann moralska standard tey sjálvi seta, so er ilt at skilja at tey halda fast enn, tí tapa tey er revsingin væl saktans rættuliga stór fyri framtíðar arbeiði teirra. Men tey tykjast bert singja við omanfyri nevnda skaldi tá hann segði:

Og eg singi Jippi jippi jey, hvat antin fjøldin vil tað ella ei

KVF fer lætt um upplýsingar Í fylgjandi greinum fara vit at taka saman um argumentatiónina í seinastu sendingini sum vardi ein tíma og var full av sera undarligum niðurstøðum!

Kann koma við einum lítlum óbetíðiligum ”brellibita”. Jan Lamhauge, stó í Januar og greiddi okkum frá, at Tollstovan helt til í kjallaranum hjá Niclassen í Sørvági. Og síðan filosoferaði hann um tað trýst Niclassen legði á teir, tí teir leigaðu frá honum. Í sendingini visti Brynhild at siga okkum, at Tollstovan flutti niðan á flogvøllin í 1988! Og soleiðis kunnu vit blíva við!!

Meira seinni!!

Eivind Jacobsen,

Strendur