Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tíðin komin at vísa sjósavninum stuðul til neyðugan rakstur

Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur sett fyrispurning um Føroya sjósavn á 10 ára degnum

Nú 10 ár eru liðin, síðani Føroya sjósavn lat upp fyri almenninginum, hevur undirritaði sett landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini um, hvørja ætlanir landsstýriskvinna hevur um at stuðla savninum í framtíðini. Eisini spyr undirritaði um, landsstýriskvinnan hevur ætlanir um, at geva Føroya sjósavni íløgustuðul, nú savnið hevur ætlanir um at byggja út.

Føroya sjósavn byrjaði í 2006 sum ein verkætlan nevnd ’Gluggahyljar, og á páskum í 2007 lat sjósavnið upp fyri almenninginum. 

Føroya sjósavn er skipað sum sjálvsognarstovnurin og leigar seg inn í sonevnda “Íshúsið á Argjum”, sum Tórshavnar kommuna eigur.

Endamálið hjá sjósavninum er: 

“at seta á stovn eitt akvarium, íð skal rúma fiskum og djórum, fyrst og fremst úr føroyska havumhvørvinum; at útinna alment akvariumsframsýningarvirksemi; at veita teimum vitjandi kunnleika til hetta umhvørvi, við serligum denti á barnagarðs¬ og skúlabólkar; og at viðvirka til skipan av einum maritimum granskingarumhvørvi, og taka lut í einum slíkum arbeiði.”

Tvey starvsfólk eru á savninum umframt sjálvboðin og tímalønt. Savnið verður harumframt stýrt av eini nevnd, sum í stóran mun eru somu fólk, sum á sinni tók stig til at skipa Føroya sjósavn.

Føroya sjósavn er í dag alment akvarium og náttúruskúli. Savnið sýnir fram fiskar og djór frá føroyska havumhvørvinum í umleið 15 kørum og akvarium, sum eru ymisk til støddar, frá 20 litrum upp í 8.000 litrar, tilsamans uml. 25.000 litrar. 

Savnið ger regluliga innsavningar við at fiska og kava, og eisini verða alskyns verur glúpaðar fram við sjóarmálanum. Harafturat kemur nakað av tilfari frá fiskimonnum, kavarum og áhugaðum fólki annars. 

Í 2015 vitjaðu umleið 10.000 fólk Føroya sjósavn, harav vóru umleið 2.000 skúlaflokkar, barnagarðar og aðrir bólkar. 

Ætlanin hjá sjósavninum hevur altíð verið, at verandi savn bert er byrjanin og grundarlagið fyri tí ’veruliga’ savninum. Í 2014 samtykti nevndin fyri savnið tí at arbeiða ítøkiliga við at víðka savnið. Skal hetta gerast veruleiki, so krevur eisini tað stuðul og vælvild frá almennu myndugleikunum. 

Tað er einki at ivast í, at Føroya sjósavn hevur staðið sína roynd hesi 10 árini, tað hevur verið opið fyri almenninginum. Umframt at vera eitt gott og mennandi frítíðartilboð til Føroya fólk og ferðafólk, ið vitja landið; so er sjósavnið eisini eitt serstakt íkast til undirvísing um føroysku náttúruna og gevur kanska stórum parti av okkara børnum og ungum fyrstu livandi upplivingina av okkara høvuðsvinnu. 

Í fleiri enn 10 ár hava íðin fólk brúk stóran part av síni frítíð at byggja upp og reka Føroya sjósavn. Nú haldi eg, at tíðin er komin, at almennu Føroyar vísa hesum arbeiði tann sóma, tað hevur uppiborið, eitt nú við at veita sjósavninum stuðul til neyðugan rakstur, so savnið kann røkja sínar uppgávur til fulnar; og til at byggja út, soleiðis at tað, sum í 10 ár hevur verið ein undanverkætlan, kann gerast eitt “veruligt savn”.

Tórshavn, á páskum 2017

Heðin Mortensen
Løgtingsmaður