Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tíðindaskriv frá Lindini: 21. januar 17 ára stuðulsdagur

Nú leygardagin 21. januar hevur Lindin stórt stuðulstiltak. 

17 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 90 % av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 mill. Umleið 50 fólk, flestu teirra sjálvboðin, eru onkusvegna virkin í Lindini. Alt hetta ber til, tí so nógv standa saman um Lindina. 

Stóri stuðulsdagurin nú leygardagin 21. januar byrjar kl. 14.00, har sent verður beinleiðis úr Norðurstreymoy, Eysturoynni og útvarpstovuni í Havn og hildið verður á, líka til høvuðsvinningurin, verður drigin kl. 23.00. Eins og undanfarin ár verða útvarpsprát við gestir og millum kl. 15 og 19 verður sent frá Norðurstreymoy.

Kl. 19.30 verður konsert í Kelduni í Skálafirði við m.a. M.C. Restorff, Jórun Pólsdóttir, Glæma, Maria á Lakjuni og Lovsangsbólkur úr Lívdini v/ Barbara og Noe Chaparro. Seinni út á kvøldið verður sent úr Havn. Vinningar verða lutaðir út gjøgnum dagin til tey, ið stuðla Lindini fast ella geva eina gávu, har høvuðsvinningur er 2 gávubrøv á 5000 kr. frá Fonn Flog.

Lagt verður upp til ein stuðulsdag við serligum dámi og – upplivingum.

Høvi verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul hjá Lindini, hækka stuðulin ella lata eina gávu. Tað kann gerast á heimasíðuni www.lindin.fo ella við at ringja til Lindina sama dag, har fólk verður at taka telefonina. Tlf. 321377 og SMS 521377.