Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tíðindaskriv: Landsstýriskvinnur fegnast um grøna loysn

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, fegnast í dag um, at Løgtingið nú hevur endaliga samtykt, at Glasir verður hitað bæði við jarðhita og fjarhita.

- Landið skal vera grøna fyrimyndin, og samgongan hevur sett sær sum mál, at allir nýggir bygningar skulu hitast við grønari orku. At Glasir fær grøna orku er ein sigur fyri Føroya framtíð, tí framyvir fer ongin at góðtaka, at almennir nýbygningar verða hitaðir við olju, sigar landsstýriskvinnurnar báðar.

Við grønu orkuloysnini verður  80 prosent av nýggja skúladeplinum í Marknagili í Havn hitað upp við jarðhita og 20 prosent við fjarhita. Kostnaðurin fyri hesa loysnina er 8 mió. krónur. 

Sirið Stenberg, 
landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum

og

Rigmor Dam
landsstýriskvinna í mentamálum