Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tíðindi frá Heim & Skúla: Norðurlendskur fundur hildin í Keypmannahavn

Hósdagin varð norðurlendskur fundur hildin í Keypmannahavn fyri umboð í landsfeløgunum hjá foreldrum at fólkaskúlanæmingum. Tey umboðandi londini vóru Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Ísland og Føroyar.

Tvey umboð vóru fyri hvørt land, og hetta er fyrstu ferð í nógv ár, at Føroyar luttaka í hesum samstarvi. Fyri Føroyar vóru Mildrid á Lógv og Lisbeth Næs, báðar úr skúlastýrinum á Skúlatrøð, ið umboðaðu tað føroyska foreldrafelagið Heim & Skúli.

Høvuðsevnið á fundinum var happing millum fólkaskúlanæmingar. Helle Rabøl Hansen, lektari og granskari í happing, hevði eina framløgu um hetta evnið. Aftaná hevði umboð fyri hvørt land eina stutta framløgu um, hvussu teirra skúlar og teirra feløg vóru við í arbeiðinum um trivnað og happing.

Mildrid, ið er nevndarlimur í Heim & Skúla, hevði eina framløgu um virksemið hjá Heim & Skúla, stutta kunning um tann føroyska fólkaskúlan og um, hvussu Heim & Skúli hevur verið við til at arbeitt við evninum happing og trivnaði.

Seinni var NoKo fundur – stytting av Nordisk Komité – har m.a. ein ráðstevna í Oslo varð planløgd til komandi ár.

At enda varð vitjað á Sophienborgskúlanum í Hillerød, har arbeitt verður professionelt við happing. Trivnaðurin millum næmingarnar er høgur, happingin lítil og stórt nøgdsemi er millum foreldur á hesum skúla.

Tveir dagar við vitanardeiling millum foreldrafeløgini, er nakað sum styrkir norðurlendskt samstarv og gevur limunum betri førleikar bæði í Heim & Skúla nevndararbeiði og skúlastýrisarbeiði. Í síðsta enda kemur hetta fólkaskúlanæmingunum til góðar.

Ein neyvari frágreiðing frá tiltakinum verður á aðalfundinum hjá Heim & Skúla, sum verður í Skúlanum á Argjahamri leygardagin 22. apríl.