Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TIGN: Takið hond um veruliga trupulleikan

Nú tosað verður um at seta heilsuhjálparaskúla á stovn í Havn fyri at nøkta tørvin á starvsfólki í eldrarøktini, vil TIGN vísa á, at tað fer ikki at loysa trupulleikan. TIGN stúrir fyri, at vánaligar  arbeiðsumstøður og lønarviðurskifti eru orsøkin til starvsfólkatrotið.

Tíðindaskriv, 18.06.17

TIGN hevur spurt avvarðandi, hvussu tey síggja støðuna. Í flestu førum svara tey, at starvsfólkini hava ov lítlta tíð til umsorgan. Tey síggja starvsfólk, ið arbeiða hart og eru sperd. Tað er ymiskt hvussu tey eldru tola umstøðurnar, men fleiri teirra eru ávirkað av, at tað ikki eru nóg nógvar hendur at taka sær av teimum. 

Avvarðandi hjá búfólkum, sum ikki kunnu flyta seg:
Tey avvarðandi uppliva, at illa nokk er tíð til tann heilt grundleggjandi partin av fysiskari røkt, so sum dagligt persónligt reinføri, hjálp til máltíðir og at lata seg í. 

Avvarðandi siga, at tey hava kensluna av, at tað ikki eru stundir til kvalitetsrøkt. Heldur ikki síggja vit, at tíð er til at fyribyrgja, soleiðis at førleikin ikki minkar.

Gjøgnumgangandi síggja vit, at eftir at fólk eru farin á røktarheim, minkar flytførið rættiliga skjótt hjá teimum, har flytførið er hótt. 

Hetta kunnu vit ikki briksla starvsfólkini fyri, tí ein gongutúrur eftir gongini tekur gjarna 15 minuttir hvørja ferð, og skal tað gerast fimm til seks ferð um dagin, eins og gjørt var heima við hús, so tosa vit um 1,5 tímar av arbeiðstíð. Øll vita, at hetta er neyðugt viðlíkahald, men kommunurnar kunnu ikki tilláta sær at blíva við at bjóða viðlíkahald av førleikum ella fyribyrging av óflytiføri, tá tær í veruleikanum ikki eru sinnaðar at gjalda fyri uppgávuna. 

Avvarðandi hjá búfólkum við tungum demens, men góðum flytføri.

Avvarðandi uppliva, at tíð er ikki til sálarliga røktartørvin. Foreldur, sum eru illa dement ganga og leita og leita í einum púra fremmandum umhvørvi. Hetta er ein nærum konstantur tilstandur hjá summum av teimum gomlu. Tá bert tvey starvsfólk eru til eina heila deild, so sigur tað seg sjálvt, at tíð ikki er til at hjálpa teimum, sum ganga so bangin mestsum alla tíðina. 

Tað er svárt sum avvarðandi at síggja síni gomlu sita einsamøll og vera vitni til, at tey fáa ov góða tíð til at leita og ganga ørkymlað og bangin.

Avvarðandi hjá búfólki við góðum kognitivum førleikum, men somikið skerd  likamliga, at ikki er ráðiligt at búgva heima:

Avvarðandi uppliva, at foreldur teirra eru sera, sera einsamøll. Tey, sum eru klár búgva saman við fólki, sum øll eru dement. Tey siga, at hóast tey vitja nógv, so vita tey, at tá eingin er á vitjan, sita tey óvirkin og bara bíða. Tey avvarðandi standa spyrjandi og skila ikki hví endamálsorðingin hjá eldrarøktini eisini umfatar at røkta og viðlíkahalda sosialan tørv, tí tað verður í alt ov lítlan mun gjørt. 

Tað er EINGIN ivi um, at kropslig, sálarlig og sosial røkt er ein grundleggjandi tørvur hjá øllum okkara eldru. Hvussu vit enn venda og snæra okkum, so ávirkar henda manglandi røktin sera nógv tey avvarðandi, sum ikki kunnu passa teirra foreldur heima.

At síggja síni foreldur órøktað sum ongantíð fyrr í lívinum, særir tey avvarðandi sera nógv og gevur teimum ringa samvitsku av at hava verið við til at flyta foreldrini á eitt heim – hóast als onki annað val er.

Starvsfólkini sæð úr sjónarhorninum hjá avvarðandi:
Tey avvarðandi síggja, at starvsfólkini konstant er í gongd við okkurt slag av kropsligari røkt, men so at siga ongantíð síggjast tey at sita og práta og halda í hond, sum typisku mynda-kampagnurnar hjá eldraøkinum altíð sýnast at royna at geva okkum fatan av. 

Ein orsøk til mangul upp á starvsfólk kann júst vera, at tey ikki fáa brúkt sína fakligheit í arbeiðinum. Alt tað góða tey lærdu í útbúgvingini um umsorgan og fyribyrging, hava tey ikki tíð til og arbeiðið gerst tí ófullnøgandi. 

Tey avvarðandi møta dagliga starvsfólkum, sum eru ørkymlað, strongd og kedd, tí tey ikki hava nóg mikið av tíð til at hjálpa teimum gomlu. 

Røktartyngd má staðfestast:
Fokus má vendast og setast á tørvin. Hvat er tørvurin, og hvussu skipa vit okkum allarbest sum land, tá vit skulu hugsa um, at nøkta tørvin. Fokus kann ikki vera, hvat vit hava ráð til, peningaliga. Fokus má vera tørvurin, og síðani hvussu vit nøkta henda tørvin bíligast, uttan at ganga uppá kompromis við tíð og góðsku. 

Tá vit skulu meta um tørvin, mugu vit eisini taka við tørvin hjá avvarðandi og tørvin hjá teimum, ið skulu starvast á gólvinum. 

Um vit skulu hava røktarheim við útbúðnum starvsfólkum, sum skulu røkta henda tørv, so MÁ setast inn við nóg mikið av starvsfólkum og nokk av tímum. 

Vit mugu finna ein máta at rokna út hvussu nógv tíð eitt búfólk hevur tørv á og so seta starvsfólk hareftir. 

Buttom up- og nærleiðslur:
Vit ynskja leiðslur, sum eru sinnaðar at tæna búfólkunumm, starvsfólkum og teimum avvarðandi. Í løtuni verða hesir tríggir bólkar roknaðir sum undirsáttar. Hetta mugu vit arbeiða fyri at broyta. Starvsfólk eru tænarir hjá búfólkunum, sum gjalda fyri tænastuna, og leiðslurnar eiga at vera tænarir hjá bæði búfólkunum og starvsfólkum.

Vit síggja týðiliga, at búfólkini, sum eru klár, vita ikki hvør leiðslan er, og starvsfólkini sýnast í mongum førum ónøgd og útlúgvað og hava sjáldan nakra ávirkan á starvsfólkatalið. Hetta er sjálvsagt skeivt. Vit halda, at búfólkini, tey avvarðandi og starvsfólkini skulu seta leiðslurnar og vera við í avgerðum um tað, sum leiðslan ger og brúkar pengar til. Leiðslan skal tæna starvsfólkunum, sum útføra røktina. Tað er sjálvsagt tað, leiðsla er til. Leiðslan skal tí eisini nærri búfólkunum. Fjarleiðsla skapir alt ov góðan gróðrarbotn fyri ringum arbeiðsklima, máttloysi og forráan. Vit ynskja fakliga dugnaligar leiðslur nær hjá búfólkunum. 

TIGN er sannført um, at búfólk og avvarðandi kring landið ynskja at býta toppstýrdu fjarleiðslurnar út við botnstýrdar nærleiðslur. 

Tey avvarðandi ynskja eisini innlit í viðurskiftini á heimunum og ávirkan á hvat peningurin verður nýttur til. 

Megna kommunurnar ikki at fáa nóg mikið av starvsfólki, so mugu vit hugsa út um kassan. Røktaruppgávunar kundu i mongum førum verið betri røktaðar við hús, við at seta fólk við løn at ansa heima, umframt heimahjálp, har tørvur er.  Her verður ikki tosað um 20 tímar um vikuna til ein ansara, sum møguleiki er til í løtuni, men ansing 24 tímar um døgnið og eina ansaraløn, sum ber til at liva av. 

Endamálið hjá TIGN:
TIGN er eitt brúkara og avvarðandi felag, sum hevur til endamál at virka fyri málum teirra, ið hava tørv á røkt frá røktarstarvsfólkum ella stuðlum. Felagið fevnir um øll, ið hava tørv á røkt og hjálp í gerandisdegnum, frá børnum til eldri. 

Rúna Sivertsen, forkvinna