Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Til Boston at rógva í 2014

Tann 11. januar skipaði Róðrarsamband Føroya fyri úttøkukapping til HM í inniróðri, sum verður í Boston sunnudagin 16. februar.

Tíðindaskriv

Inniróður er seinnu árini blivin ein natúrligur partur av fyrireikingini til heimligu kappingina. Tað hevur eisini verið fastur táttur í fleiri ár, at skipað hevur verið fyri óalmennum FM í inniróðri. Eisini hevur tað víst seg, at føroyskir rógvarar klára seg sera væl í inniróðri og standa einki aftanfyri rógvarar aðrastaðni frá. Hetta sæst aftur, tá føroyskir rógvarar hava luttikið í bæði DM og HM. Tí helt nevndin í Róðrarsambandinum fyri trimum árum síðani, at tað hevði verið upplagt at sent nakrar rógvarar til HM.

Hetta kundi verið ein gyltur møguleiki hjá rógvarum at venja fram ímóti og har við halda venjingini við líka til heimliga kappingin byrjar aftur. Fyrsta árið var undirtøkan fyri kappingini eisini góð, men í fjør og nú í ár er talið av luttakandi til úttøkukappingina minkað heilt nógv. Róðrarsambandið fer tí eftir túrin til Boston at eftirmeta seinastu trý árini við tí í hyggju at finna útav, hvat kann gerast fyri at skapa størri áhuga fyri inniróðri.

Tó so, hetta er triðja árið á rað, at Róðrarsambandið sendir luttakarar til HM í inniróðri. Hesaferð høvdu 5 rógvarar meldað til úttøkukappingina áðrenn ásetta tilmeldingarfreistin var úti. Róðrarsambandið hevði sett sum krav, at fyri at sleppa við til Boston var ein topp 25 plasering frá HM í Boston 2013 ein treyt. Men allir 5 rógvararnir kláraðu væl og virðiliga hesa kravtíðina, og tí sluppu øll við til Boston.

Rógvararnir eru hesir:

Kvinnur opin bólkur: Annetta Cecilia Eidesgaard

Menn lættvekt: Dánjal Martin Hofgaard

Master menn 30-39 ár lættvekt: Jens Kristian Dam

Senior menn 40-49 ár lættvekt: Búgvi Poulsen

Senior menn 40-49 ár tungvekt: Toni Dam

Við á ferðini vera tvey umboð fyri Róðrarsambandið. Ferðalagið fer av stað mánadagin 10. februar og verður heima aftur á klettunum mánadagin 17. februar. Meðan kappingin verður, fer at bera til at fylgja við kappingini umvegis heimasíðuna crash-b.org

Við róðrarkvøðu,

nevndin í Róðrarsambandinum