Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, Elin í Geil og Malan Guttesen.

TILBOÐINI ERU NÆRUM ENDALEYS

- Øll hava áhuga at víðka sín sjónarring. Flestu hava eisini áhuga í sosialari samveru og at betra sín førleika í ymsum, sum kann gera teimum gerandisdagin lættari. Og so eru tað tey mongu, vit síggja blóma sum rættilig listarfólk, gávur, ið ofta vóru goymdar, fingu tey ikki møguleikan á Kvøldskúlanum.

Soleiðis segði Heðin Mortensen millum annað, tá hann setti árligu framsýningina hjá Tórshavnar kvøld- ungdóms- og listaskúla í Eysturskúlanum seinnapartin í dag.

Borgarstjórin byrjaði setanarrøðuna við at lesa upp eitt bræv frá Beintu og Eyð, kona og dóttir Jákup Strøm, sum andaðist í mars mánaði og var leiðari á Kvøldskúlanum. Hann var hámettur fyri sítt ídni og nærlagni í stóra arbeiðinum at menna Tórshavnar kvøldskúla. Brævið, sum Heðin Mortensen las fyri áhoyrarunum, ber til at lesa HER: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37 

Her er røðan, sum borgarstjórin bar fram í Eysturskúlanum:

Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli er Føroya størsti skúli. Tí er rættiliga sjálvsagt, at tá hesin skúli skipar eina framsýning, tá undirvísingarárið endar, so er tað akkurát líka stórsligið og spennandi hvørja ferð. Her liggur stórarbeiði aftanfyri, og vit fegnast hvørja ferð um alt tað, ið verður sýnt fram. Samstundis kunnu vit politikarar fegnast um, hvussu væl pengarnir eru farnir.

Fyrsta framsýningin var í Kommunuskúlanum í 1975, so næsta ár verður rundur føðingardagur. Á framsýningini eru bæði handaligar og aðrar kreativar lærugreinir, t.d. sangur og tónleikur

Tað man vera eitt puslispæl at fáa alt hetta at ganga upp í eina hægri eind, tí ikki bara er tímatalvan bæði stór og fløkt, men teir mongu lærararnir hava eisini undirvíst á fleiri ymsum støðum í kommununi. Tað er einastandandi í sjálvum sær og ljóðar sum ein størri matematisk uppgáva!!

Vit vita eisini, at Kvøldskúlin í Havn ikki longur bara er ein kvøldskúli, men fevnir um annað og meiri. Skúlin hevur dagsskeið, og skúlin er í stóran mun eisini ein skeiðsdepil. Nakað serstakt her haldi eg vera tilboðini til tvey ættarlið – og hetta at fólk við skiftandi arbeiðstíðum og t.d. sjómenn fáa høvi at brúka tilboðini í skúlanum.

Og tilboðini eru mong – tú kanst læra teg at brúka bát, ganga til teldulæru ella til fínari matgerð fyri menn. Tilboðini eru nærum endaleys!

Skúlin kannaði fyri nøkrum árum síðan, hví fólk fara í kvøldskúla. Úrslitið varð, at talan var um tvær høvuðsorsøkir – fólk ynsktu at hava samveru við onnur, samstundis sum tey útvegaðu sær førleika í onkrum faki.

Ynskidreymur tykkara á Kvøldskúlanum hevur leingi verið at fáa tað mesta í eina savnandi eind, har møguleikarnir eru góðir fyri øktum virksemi við serskeiðum og opnum verkstøðum. Skúlin hevur prógvað, at hann livir upp til visjónina um at vera skúli fyri øll, og at tilboðini skulu fevna um allar aldursbólkar og sosialar bólkar. Skúlin kemur tí uttan nakran iva at fáa stóra politiska vælvild í framtíðini.

Ein annar partur av visjón skúlans snýr seg um at vera mentanarskapandi fyri lærd sum leik og at vera ein mentanarberi. At hesin parturin hevur hepnast síggja vit millum annað hvørja ferð, ein slík framsýning letur upp.

Mær dámar sera væl endan á visjón tykkara, har sagt verður, at skúlin er ein kommunalur og mentanarligur amboðskassi. Tí tað áliggur einum og hvørjum við ábyrgd fyri sær sjálvum at hava ein ruddiligan og væl útgjørdan amboðskassa.

Vit hava sum kommuna og einstaklingar tørv á hesum amboðskassa!

Við hesum orðum ynski eg tykkum góða eydnu og seti hervið framsýningina hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla 2014.