Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilboðini og karmarnir hjá ferðavinnuni eiga at mennast innanlanda

Ein arbeiðsbólkur verður settur fyrst í komandi ári, sum skal orða eina heildarætlan fyri føroyska ferðavinnu, ið leggur áherðslu á at menna innanlanda ferðavinnuna.

Føroysk ferðavinna hevur tikið dik á seg seinnu árini. Nýggjastu hagtølini vísa, at talið av gistingum frá útlandsmarknaðinum hækkaði við 12 prosentum í 2014, og talið av vitjandi við cruise ferðaskipum er meiri enn fimmfaldað síðani 1999. Umsetningurin í ferðavinnuni hækkaði úr 448 mió. kr. í 2011 til 577 mió. kr. í 2013, ein vøkstur upp á knapt 30 prosent upp á 2 ár.

- Arbeiðið at marknaðarføra Føroyar uttanlands hevur givið úrslit. Tó er ongin ítøkilig ætlan áður gjørd fyri, hvussu ferðavinnan innanlanda eigur at mennast og skipast, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

- Skulu vit halda fast í vøkstrinum er neyðugt, at vit savna okkum um at útbyggja karmarnar innan ferðavinnuna. Vit fara tí at hyggja eftir flestu viðurskiftum kring ferðavinna, so sum stuðulsskipanir til økisferðavinnufeløg og menningarverkætlanir, samskipan millum myndugleikar og vinnu, hvussu viðurskifti kring cruise-vinnuna kunnu skipast betri og avgjaldsskipanir, t.d. viðvíkjandi rúsdrekka og mvg. Málið er at fáa fleiri og meira fjøltáttað tilboð at bjóða ferðafólkum, eitt nú innan mentan og matvinnu, har føroyski køkkurin er ein natúrligur partur.

- Men um vit vilja hava sum mest burturúr, krevst at vit eru tilvitað um vansar, sum ferðavinnan eisini kann hava við sær. Vit mugu tí hugsa burðardygt, so økta trýstið á náttúruna ikki verður ein meinbogi.

Arbeiðsbólkurin verður eftir ætlan umboðaður av landsstýrinum, Kommunufelagnum, Visit Faroe Islands, Kunningarstovum og Ferðavinnufelagnum. Í arbeiðinum er ætlanin at flest møguligir áhugabólkar og serkøn innan ferðavinnuna at verða tikin við upp á ráð.

Bólkurin fær til uppgávu at eyðmerkja avbjóðingar og forðingar innan føroyska ferðavinnu í dag, og orða ítøkilig tilmæli til átøk, sum kunnu slóða fyri menning innan innanlanda ferðavinnuna.