Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilfeingisrentan kann ikki burturforklárast sum fyribrigdi

Sigur Búskaparráðið í samandrátti av búskaparstøðuni

Samandráttur av konjunkturmeting

Hagstovan og Búskaparráðið hava í felag mett um búskaparvøksturin í 2014 og 2015. Til tess at gera metingina er nýttur ein búskaparmyndil, sum er mentur í Landsbankanum og á Hagstovuni. Fyri árið 2014 verður roknað við einum búskaparvøkstri uppá 4,6% í ársins prísum, og fyri árið 2015 verður roknað við einum búskaparvøkstri uppá 4,3% í ársins prísum. Lønargjaldingarnar væntast at vaksa við 5,5% í 2014, og við 4,0% í 2015.

Seinastu árini hevur búskaparvøksturin í Føroyum verið lágur samstundis sum stór hall hava verið á roknskapinum fyri almenna geiran, sum í høvuðsheitum stava frá landskassahallum. Seinasta hálvárið eru tó rættiliga týðuligar broytingar hendar í gongdini í flest øllum búskaparligum lyklatølum. Flestu lyklatøl benda nú á vaksandi búskaparligt virksemi og vøkstur í búskapinum í leypandi prísum, og ábendingar eru eisini um minkandi landskassahall.

Føroyski fiskavøruútflutningurin er nógv broyttur í samanseting seinastu árini samstundis sum búskaparvøksturin hevur verið lítil. Gongdin seinastu árini hevur givið eitt nýtt mynstur í útflutninginum. Útflutningurin er nú settur saman av trimum nøkulunda javnt stórum pørtum í virði. Hesir tríggir partar eru alifiskur, uppisjóvarfiskur, og botnfiskur og onnur fiskasløg. Sera stórur vøkstur hevur verið í útflutningi av alifiski síðan miðskeiðis í 00-unum. Sera stórur vøkstur hevur eisini verið í útflutninginum av uppisjóvarfiski síðan 2010. Hinvegin hevur fall verið útflutninginum av botnfiski og øðrum fiskasløgum líka síðan 2003.

Samstundis sum fiskavøruútflutningurin er nógv broyttur seinastu árini eru hendar stórar broytingar í okkara útflutningsmarknaðum. Parturin av útflutninginum til ES-marknaðin er minkaður, og aðrir marknaðir eru vaksnir í staðin, herundir Kina, Russland, USA og Nigeria.

Prísvøkstur hevur eyðkent útflutningin av alilaksi seinastu árini. Meira enn helvtin av BTÚ- vøkstrinum í leypandi prísum í 2013 stavaði frá prísvøkstri av alilaksi. Væntandi fer prísurin á alilaksi eisini at vaksa í 2014 og 2015, um enn kanska ikki so nógv sum í 2013. Vøksturin í útboðnum av alilaksi er lítil og eingin, meðan eftirspurningurin framvegis er vaksandi.

Vøksturin í útflutningsvirðinum av uppisjóvarfiski, serliga makreli, hevur stavað frá vaksandi nøgdum, ma. tí makrelstovnurin er vaksin, og tí Føroyar hava ásett sær kvotur einsíðis. Í 2014 varð gjørdur nýggjur sáttmáli um makrelin millum nøkur av strandalondunum. Fyri Føroyar merkir sáttmálin hækkandi prísir, men ikki hækkandi nøgdir í mun til árini uttan sáttmála. Væntaða príshækkingin stavar frá møguleikanum at veiða makrel í ES sjógvi og norskum sjógvi. Eisini avtøkan av ES stongslinum kann styðja upp undir hækkandi prísir.

Triði bólkurin er botnfiskur og onnur fiskasløg, fiskað undir Føroyum og undir fiskidagaskipan, og eisini fiskur veiddur á øðrum havleiðum, ma. Barentshavinum, undir kvotuskipan. Botnfiskavinnan undir Føroyum og undir fiskidagaskipan er framvegis í kreppu. Hesin útflutningurin hevur staðið í stað ella minkað seinastu nógvu árini. Frá fiskiveiðu á øðrum havleiðum eru hinvegin útflutt vaksandi nøgdir, men prísgongdin hevur ikki verið so fyrimunarlig. Tey føroysku skipini, sum eru undir kvotuskipan, tykjast at klára seg betri sambært virkisroknskapunum, meðan tað øvugta sýnist at gera seg galdandi fyri skip undir fiskidagaskipan. Sumt bendir á, at ein kvotuskipan eggjar til kostnaðar-minimering, meðan ein fiskidagaskipan eggjar til maksimering av umsetningi (veiðu í tonsum). Hendan maksimering av umsetningi kann eggja til ovurveiðu og geva minni atlit til kostnað og lønsemi.

Leypandi ár til ár broytingin til juni 2014 í øllum innflutninginum vísti eitt fall upp á 8 prosent. Uttan skip og flogfør stóð innflutningurin í stað. Nøkur av innflutningstølunum benda á ein lítlan vøkstur í privatu nýtsluni, og samstundis vøkstur í innlendis íløgunum.

Gongdin í lønargjaldingum gevur vanliga eina ábending um búskaparvøksturin. Seinastu lønartølini vísa ein árligan vøkstur í lønargjaldingunum uppá 4%. Størst vøkstur sæst í vøruframleiðsluvinnum, ið ma. eisini fevna um byggivirksemi og skipasmíð, meðan lágur vøkstur er í almennu lønargjaldingunum.

Deflaterað við brúkaraprístalinum hava lønargjaldingarnar staðið í stað ella minkað millum 2007 til 2013. Hinvegin sæst ein vøkstur í 2014, ið eisini kann stava frá fallandi gongdini í brúkaraprís-talinum.

Talið av løntakarum er sera lítið vaksið síðan apríl 2011 til í dag (eini 380 fólk). Hinvegin er talið av fulltíðararbeiðsleysum fallið frá útvið 1900 í januar 2011 til góð 1000 í apríl 2014. Ein frágreiðing kann vera at fólk í Føroyum meira lættliga finna arbeiði uttanlands samstundis sum tey varðveita sín bústað í Føroyum. Í hesum føri telja tey ikki við sum løntakarar í Føroyum.

Innan fiskivinnugeiran er talið av løntakarum minkað nógv í fiskiskapi og fiskavøruídnaði, meðan løntakaratalið er vaksið nógv innan alivinnuna. Innan fiskiskap er talið av løntakarum minkað frá 2731 í januar 2004 til 1440 í apríl 2014. Innan fiskavøruídnað er talið av løntakarum minkað frá 2178 í mars 2006 til 1171 í apríl 2014. Hinvegin er talið av løntakarum innan alivinnu vaksið frá 295 í mars 2006 til 867 í apríl 2014.

Fiskivinnugeirin hevur týðuliga verið ígjøgnum eina umbroyting. Veiðukapasiteturin og móttøkukapasiteturin á landi fyri uppisjóvarfisk til góðskingar er vaksin stórliga seinnu árini, og nýggju skipini og virkini er nógv minni arbeiðsorkukrevjandi enn gomlu skipini og flakavirkini. Minkingin í talinum av løntakarum kann bert vinnast innaftur við vinnuligum vøkstri aðrastaðni innan sama vinnugeira ella innan aðrar vinnugreinar. Vandi er altíð fyri at hesin vøkstur ikki hendur í Føroyum, men í útlondum og at fólk flyta.

Treystitølini frá Fíggjarmálaráðnum (konjunkturbarometrið) vísa fyri byggivinnuna tað stórsta virksemi síðan fíggarkreppuna, og samstundis avmarkingar, tá tað snýr seg um arbeiðsmegi og fígging. Fyri aðrar vinnur sæst eitt ávíst bjartskygni. Fyri húsarhaldini vísa treystitøl fíggjarmálaráðsins størri bjartskygni enn síðan fíggjarkreppuna. Eisini innflutningstølini, lønartølini og MVG tølini geva ábendingar um ein lítlan ella byrjandi nýtsluvøkstur.

Vøksturin í almennu nýtsluni hevur verið lítil síðan fíggjarkreppuna. Vøksturin er mettur til 1,4% í 2013 og 1,5% í 2014. Tølini síðan 1998 benda á at broytingar í almennu nýtsluni hava verið konjunkturviðgangandi – tá nógv hevur verið í kassanum hevur nógv verið brúkt og øvugt - og hevur hetta økt heldur enn minkað um sveiggini í búskapinum. Umráðandi er hjá tí almenna ikki at endurtaka gongdina frá byrjanini av øldini og 2007 og 2008 við ovurvøkstri, um virksemi annars fer at økjast komandi árini.

Vit síggja ein týðuligan vøkstur í samlaðu almennu íløgunum í 2014 í mun til 2013. Vit vænta at íløgurnar í 2015 liggja á sama støði sum í 2014. Vøksturin í almennu íløgunum frá 2013 til 2014 stavar serliga frá íløgum landsins og ikki frá íløgum kommunanna. Íløguvirksemi landsins er nógv ávirkað av Marknagilsdeplinum. Íløgur kommunanna hava verið støðugar síðan 2008, men vuksu sera nógv fram til 2008. Talan var í ávísan mun um íløgur, sum høvdu ligið á láni frá 90unum. Betringar í fíggjarstøðu kommunanna ávirkaðu eisini íløguhugin.

Eins og við almennu nýtsluni sýnast almennu íløgurnar at vera konjunkturviðgangandi, bæði tá tað snýr seg um land og kommunur. Umráðandi hjá tí almenna er eisini her ikki at endurtaka gongdina við almennum íløgum sum frá 2007 og 2008, um virksemi annars fer at økjast komandi árini. Skuldarloftið hjá kommunum – at skuldin ikki skal uppum eina álíkning – eggjar eyðsæð ikki til miðvísa fíggjarpolitiska planlegging, ið fevnir um allar almennar íløgur.

Hallið hjá øllum almenna geiranum var í 2013 umleið 488 mió. kr. Mett verður at hallið fyri 2014 verður umleið 200 mió. kr. Hallini hesi bæði árini stava mestsum bara frá landskassahallum. Mett verður at RLÚ1-hallið hjá landskassanum fyri 2014 verður umleið 180 mió. kr. Nettoognin hjá almanna geiranum var umleið 2,5 mia. kr. í 2007, men nærkast 0 í 2014.

Samandráttur viðvíkjandi demografisku broytingunum

Í Føroyum koma at henda stórar demografiskar broytingar komandi 35 árini. Broytingarnar fara við stórari vissu at fevna um leinging av lívsævini fyri kvinnur og menn, meira enn tvífalding av talunum av yvir 80-ára gomlum, nærum tvífalding av talinum av yvir 70-ára gomlum, og sannlíkt munandi minking í talinum av fólki í arbeiðsførum og skattgjaldandi aldri.

Hesar broytingarnar fara at tyngja um útreiðslusíðuna hjá almennu kassunum, serliga útreiðslukrøvini til heilsu- og almannamál. Samstundis fáa broytingarnar við minkandi skattainntøkum óhepnar avleiðingar fyri inntøkusíðuna hjá almennu kassunum.

Broytingarnar fara at henda líðandi, og fara at hava líðandi, men tilsamans stórar fíggjarligar avleiðingar. Í Føroyum fara hesar broytingar at verða nógv meira fíggjarliga darvandi enn í grannalondunum. Stóra fólkafráflyting úr Føroyum í 1990-unum, skeiklaði aldurs- og kynsbýtið munandi. Er tað tungt í búskaparligum uppgongutíðum at fáa tamarhald á skuldarvøkstrinum hjá tí almenna vegna framhaldandi hall (strukturelt hall) á almennu kassunum, so fara hesar demografisku broytingarnar at tyngja enn meira.

Broytingarnar fara sostatt at seta stórar avbjóðingar til eina fíggjarstýring hjá tí almenna, ið skal tryggja fíggjarliga haldførið í longdini. Neyðugt verður at fíggjarpolitikkurin í komandi árum, og búskaparpolitikkurin annars, í størri mun tekur støði í demografisku broytingunum, ið standa fyri framman.

Omaná allar hesar avbjóðingarnar kemur lutfalsliga lága føroyska eftirlønaruppsparingini sum eitt trot. Sama er at siga um forskattingina av eftirlønaruppsparing frá 2012 til tess at fíggja skattalætta, og sum undir verandi demografisku viðurskiftum ger fíggjarliga haldførið verri í longdini.

Samandráttur um búskaparrentu og tilfeingisrentu

Við hesum uppriti er gjørd ein roynd at nágreina hugtakið búskaparrenta og undirhugtøk til hetta hugtak, herundir serstakliga fyribrigdið tilfeingisrenta.

Búskaparrenta er skilmarkað sum tað eyka peningsvirði, ið við givnum eftirspurningi verður til vegna avmarking av útboðnum av einum framleiðslufaktori (te. tilfeingi, arbeiðsmegi ella kapitali ella serkunnleika). Undirhugtøkini til búskaparrentu eru hugtøkini tilfeingisrenta, intramarginal renta (quasi renta) og monopolrenta.

Tilfeingisrenta er búskaparrenta, ið stavar frá náttúrutilfeingi við avmarking í útboði. Intramarginal renta er búskaparrenta, ið stavar frá einum menniskjaskaptum tilfeingi við avmarking í útboði. Monopolrenta er búskaparrenta, ið stavar frá nýtslu av monopolstøðu við miðvísari avmarking í útboði.

Tá tað snýr seg um inntriv frá almennari síðu, tekur kappingareftirlitið sær av monopolrentu. Intramarginal renta, ið stavar frá menniskjaskaptum tilfeingi, kann tað almenna hinvegin ikki avmarka ella leggja hald á við avgjaldi. Øðrvísi er við tilfeingisrentu, ið stavar frá avmarking í náttúruskaptum tilfeingi. Hesa rentu kann tað almenna krevja inn, uttan at hetta í prinsippinum darvar effektivitetin í vinnuni. Endamálið við handfaring hins almenna av tilfeingisrentuni eigur at vera at tilfeingisrentan verður so stór sum møguligt, samstundis sum talan kann verða um atlit til býtið av samfelagsligum virðum.

Sigast kann, at tað eru trý sløg av náttúrutilfeingum, sum kunnu geva tilfeingisrentu:

1) tilfeingi, sum ikki kann endurskapast, sum t.d. olja og málmur

2) tilfeingi, ið kann endurskapast, sum til dømis fiskastovnar

3) tilfeingi, ið eru varandi, men ikki óavmarkað, sum til dømis vatn-, vind- og sjóvarorka og aliøki (eisini treytað av umhvørvisárinum)

Inntøkur av tilfeingisgjaldi frá ávikavist ikki-endurskapandi og endurskapandi tilfeingi verða umsitin á hvør sín hátt. Fyri ikki-endurskapandi tilfeingi (td. olju) hava búskaparfrøðingar mælt til,at bert avkastið av fíggjaríløgum, fíggjaðar av tilfeingisgjaldinum, skal verða nýtt sum inntøka/útreiðsla í almenna geiranum, um tilfeingisognin skal varðveitast fyri komandi ættarlið. Fyri endurskapandi tilfeingi (td. fisk) er eingin slík avmarking.

Greitt er at ‘tilfeingisrenta’ ikki er nakað tómt ástøðiligt hylki, sum kann burturforklárast sum fyribrigdi. Vit hava í Føroyum ferð eftir ferð staðfest tilfeingisrentu í fiskivinnuni sum eina ítøkiliga búskaparliga sannroynd. Samstundis er tað ikki so einfalt neyvt at rokna støddina á tilfeingisrentuni uttan at taka við intramarginala rentu. Hetta seinasta merkir, at hugtakið tilfeingisrenta kemur til sjóndar bæði ítøkiliga sum eitt fyribrigdi, men samstundis minni ítøkiligt sum ein eintýdd roknað upphædd.

Valda mannagongdin til útrokning av tilfeingisrentuni (sum ein upphædd) í fiskiveiðuni er hendan:

Umsetningurin í veiðiliðinum

minus allar kostnaðir uttan til løn og kapital.

= Virðisøking

minus ‘vanlig’ løn og minus ‘vanligt’ kapitalavkast

= Tilfeingisrenta

Ein slík útrokning hevur við sær nógvar óvissur. Fyri tað fyrsta er trupult við rokniháttinum omanfyri at meta um støddina á tí intramarginalu rentuni, sum verður roknað uppí hesa roknaðu tilfeingisrentu. Fyri tað næsta er trupult við rokniháttinum omanfyri at meta um, hvat er ein ‘vanlig’ løn ella eitt ‘vanligt’ avkast til kapitalin. Tað finst neyvan nakar objektivur rokniháttur til at skilja intramarginala rentuna frá tilfeingisrentuni, sum roknað er eftir mannagongdini omanfyri. Um ávísar fortreytir eru galdandi (eitt nú viðvíkjandi tali av bjóðarum), kann ein finna tilfeingis-rentuna (uttan intramarginala rentu) í fiskivinnuni við at selja rættindini á uppboði. Tilfeingisrentan hevði so verði tað virðið, sum reiðaríini í fríari kapping vildu goldið fyri at fáa atgongd til framleiðslutilfarið (fiskin).

Eftir valdu mannagongdini hava vit so gjørt upp tilfeingisrentuna í føroysku fiskivinnuni, bæði tað aktuellu og tað optimalu tilfeingisrentuna. Tann aktuella tilfeingisrentan er tann tilfeingisrentan, ið roknað er út frá faktisku rokniskapunum hjá veiðuflotanum. Tann optimala tilfeingisrentan er hinvegin tann tilfeingisrentan, ið verið hevði, um veiðuorkan varð avmarkað soleiðis at mest fekst burturúr búskaparliga. Víst verður til hesar útrokningar í fimta og í sjeynda til níggjunda parti av hesum uppriti.

Niðurstøðurnar eru ma. at tilfeingisrentan hevur verið stór fyri uppisjóvarflotan og verksmiðjutrolarar seinastu árini. Hinvegin hevur botnfiskiflotin ikki havt nakra serliga tilfeingisrentu seinastu nógvu árini. Ein onnur meting er ma. at optimala tilfeingisrentan fyri árið 2012 vildi verið millum 850 og 1050 mió. kr. meðan tann aktuella tilfeingisrentan fyri hetta árið var 472 mió. kr.

Í áttanda og níggjunda parti av uppritinum er eisini gjørd ein roynd at meta um ta optimalu støddina á fiskiflotanum og manningunum í botnfiskaveiðuni undir Føroyum.

Úrslitið er ein munandi lækking í talinum av skipum og manningum. Vit hava eisini staðfest, at føroyska umsitingin av fiskatilfeinginum hevur ikki verið í samsvari við lívfrøðiligu tilráðingina seinastu nógvu árini. Sammeting er gjørd av faktiskum landingum mótvegis lívfrøðiligu ráðgevingini. Úrslitið er at faktisku landingarnar hava verið nógv størri enn tilmælta veiðan.

Í sætta partinum av uppritinum hava vit gjørt nakrar metingar av útreiðslum og inntøkum hins almenna av tilfeingisvinnum. Útreiðslurnar eru fiskiveiðutreytaðar útreiðslur á fíggjarlógini og inntøkurnar eru inntøkur frá skatti og avgjøldum av tilfeingisrentuni.