Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilmæli um Filmshúsið varð í gjár handað Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, og Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum.

Landsstýrið hevur sett 1 mió. kr. av á fíggjarkørmunum fyri 2017 til at seta á stovn Filmshúsið. Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt álitið, metir, at tað ber til at byrja virksemið fyri hesa upphædd, men mælir til, at játtanin komandi árini verður hækkað, í fyrstu atløgu til 1,6 mió.

Ætlanirnar um at skipa Filmshúsið hevur breiða undirtøku millum filmsfólk og millum almennar stovnar og myndugleikar, sum meta, at stórur tørvur er á eini savnandi eind fyri føroyska filmsvinnu.

-  At ein altjóða viðurkendur filmsleikstjóri sum Wim Wenders velur at taka upp film her í Føroyum, er sjón fyri søgn um møguleikarnar, vit hava her heima at skapa eina filmsvinnu. Men skal spírandi filmsumhvørvið mennast til eina filmsvinnu, er neyðugt við betri kørmum og einum filmshúsi, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.     

Filmshúsið skal vera við til at menna og at útbreiða føroyskan film, skipa fyri førleikamenning og stuðla upp undir øll lið í føroyskari filmsgerð. Mælt verður til, at Filmshúsið fer at virka í tøttum samstarvi við m.a. Vinnuframa, Íverksetarahúsið og við Tórshavnar kommunu, sum hevur hýst og stuðlað umhvørvinum kring filmsverkstaðið Klippfisk.

- 1 millión verður sett av til Filmshúsið í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017. Filmshúsið skal setast á stovn til várs, og málið er, at játtanin so líðandi skal hækka komandi árini, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. 

Í arbeiðsbólkinum hava verið Oyvindur av Skarði úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Alda Joensen úr Mentamálaráðnum og Pætur Marjunarson Dahl frá Klippfisk.

Tilmælið kann takast niður her: http://cdn.lms.fo/media/8494/filmshús.pdf