Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðarlaðing

Flaggdagsrøða, sum Tórbjørn Jacobsen, helt í Runavík.

“Um tjóðirnar skuldu horvið, fer hetta at gera okkum í minsta lagi líka so fátæk, sum fóru øll menniskju at verða púra eins, við sama persónleika og somu útsjónd. Tjóðirnar eru menniskjans ríkidømi, tjóðin er menniskjans kollektivi persónleiki. Sjálvt tær allarminstu hava sín serliga lit og rúma í sjálvum sær eitt serligt frábrigdi í tí guddómliga stavnhaldinum.” Í stóru skaldsøguni “Frænir eitur ormurin” brúkar Jens Pauli Heinesen hesi vælvaldu orðini hjá Aleksandr Isajevitj Solsjenitsyn sum løðarstein ávegis inn í eitt av frægu verkunum í føroyskum skaldskapi. Søgan um politisku ideologi´irnar, ið stríðast um at fáa fastatøkur á eini tjóð. Og so hesin flotti endin: “Alt er relativt, alt er komplementert. Stundin er komin til nýtt siðaskifti, ein nýggjan kopernikuslátur. Rekið menniskjað út úr skýmaskotinum. Setið meg oman fyri nattúrulógirnar og latið tarvin liggja á biti við mína lið.”

Á søgunnar aldarlongu slóð er tilvitið um tjóðina ungt fyribrigdi. Stættir, einaveldi, kirkja og aðal høvdu hildið rimmarfast um síni framíhjárættindi og lunnindi, men sum við so mongum øðrum í okkara gamla heimsparti, mentist eitt rák upp ímóti hesum, ein dialektiskur virknaður, sum rættiliga brestur fyri nev í fronsku høvuðsborgini París, táið borgaraskapið leggur ann ímóti einaveldinum. Kenda franska kollveltingin var veruleiki undir loysunarorðunum: “Frælsi, javnaður og brøðralag.” 14. juli í 1789 varð Bastillan tikin, og er hetta framvegis tjóðardagur Fraklands.

Hugmyndafrøðingarnir lógu ikki á boðunum. Teir spektu um frælsis- og mannarættindi og løgdu støði undir nýggjar hugmyndir um ein nýggjan felagsskap ímillum menniskju – tjóðskaparligu samtøkuna. Hugsjónin, ið hevjaði seg sum fuglurin Fønix úr øskuni, var ein verðsligur tvørgangandi felagsskapur, hvørs undirstøðukervi var mál og mentan. Sum so mangan var Frakland bæði krúttunna og bráðpanna, táið tær stóru hugsaninnar brustu saman á søgunnar vegi, og onki helt fyri hesum logandi eldi, táið hann seinri sprongdi øll landamørk. Árið eftir fingu fraklendingar Tricoloruna – flaggið – við litunum, sum ímynda kollveltingarliga sloganið “Liberté – égalité – fraternité”. Blátt, hvítt og reytt. Neyvan er tað av tilvild, at vit hálvtannað hundrað ár seinri umsíðir fáa viðurkent Merkið sum flagg føroyinga við neyvt somu litum sum teir, ið vóru sprotnir úr fremstu meginhending í Europu í nýggjari tíð.

Tað stendur altíð ein ávísur romantikkur uppi við eina revolutión. Meiri enn so kann tað henda, at emotionel fantasma vinnur á vitinum, nógv dømir eru nevniliga um, at menn hava mist tamarhaldið á sær sjálvum, táið teir í valdsøði hava misnýtt tjóðskaparkensluna sær til fyrimunar. Tað er bara trýfjerðingsøld gingin, síðani nationalsosialistarnir, nazistarnir, gingu berserkaragongd um alla Europu og útsøgnin hjá Hermanni Gøring: “Táið eg hoyri onkran taka orðið kultur upp á tunguna, spenni eg hamaran á skammbyrsu míni”, man siga alt um hvørja lagnu hendan niðurgangshugsjón mátti fáa. Tað er ógvuliga umráðandi at hava sær fyri eygað, at tjóðskapur ikki er eitt partapolitiskt fyribrigdi. Tjóðina eiga vit øll, hin mest íhaldni sambandsmaðurin eins væl og hin mest rebelski tjóðveldismaðurin. Tí varða vit øll av henni og eiga í mestan mun at røkja og menna hana til eina ókenda framtíð. Soleiðis sum heimurin sær út í dag, við einum endaleysum og háfrekventum informatiónsmeldri, allan sólarringin íkring, árið íkring, er tað umráðandi, at vit standa saman á hermótinum – bæði ímóti ávirkanini og trýstinum uttaneftir og ikki minst, at vit gera neyðugu íløgurnar í tær súlurnar, sum tjóðin skal standa á og mennast við framyvir. Hvussu politisku flokkarnir í heimastýrinum remba sær til ymsa handa á hesum móti, er hesum degi óviðkomandi, í dag snýr tað seg um at hátíðarhalda skjaldramerkið fyri kollektivu ognini, sum er føroyska tjóðin. Og hon er hartil ein sjálvstøðug tjóð, soleiðis sum gomlu hugmyndafrøðingarnir nágreinaðu fyribrigdi, eitt nú Johann Gottfried von Herder, týskur heimspekingur og guðfrøðingur, sum lýsti tjóðina sum eina livandi eind við serstøkum máli og mentan. Serstøk er hon tó kortini mest av tí sannroynd, at tann politiski karmurin um hana er øðrvísi enn hjá so mongum øðrum tjóðum.

Lat okkum nú køkja allan partapolitikk úr høvdinum eina løtu, og selektivt seta sjóneykuna á hvønn lut tjóðskaparrørslan, sum fyribrigdi og mennandi máttur, hevur havt fyri okkum, síðani eimur varð eldur í fronsku høvuðsborgini fyri væl meira enn tvey hundrað árum síðani. Tað var ein dapurskygdur vísindamaður, sum 7-8 ár undan stóru fronsku kollveltingini skrivaði drúgva ritverkið um støðuna í Føroyum. Jens Chr. Svabo hevði mist vónina um, at tað føroyska málið – føroyska tungan - fór at koma aftur í aftur. Øll orsøk var til hendan dapra spádóm, og hesin klóki miðvingurin kundi ikki, líka lítið sum nakar annar, gita um ta stóru metamorfosuna, sum lá lutfalsliga fá ár frammi í tíðini. Um lunnarnar, sum fóru at vera lagdir undir eina heilt nýggja tíð í Føroyum.

Eftir kristniboðanina og trúbótina er íkoman av hugmyndini um eitt fólk við egnum máli og egnari mentan – tjóðskaparfatanin – størsta nýbrotið nakrantíð í Føroya søgu. Hetta ósjónliga undirstøðukervi, sum ájavnt og ásamt rennur ígjøgnum heila og hjørtu okkara, kveikir ein mátt, ein støðugt rennandi djúphavsstreym, sum onki heftir fyri. Úr feudalinum, landbúnaðarsamfelagnum, sum nóg illa megnaði at metta ein tíggindapart av fólkatalinum ídag, blómaði eitt óvæntað sjálvsálit, sum m.a. tveitti útlendska einahandilin av sær. Burturúr hesum sprettur eitt nýtt samfelag, ein nýggjur føroyingur, sum brádliga skoðar út í havsbrúnna eftir vinnumøguleikum og inn í seg sjálvan eftir tærinum, sum hesin nýggi infrastruktururin hevur gjørt viðkomandi og veruligt. Megin, ið onkuntíð tykist koma úr ongum, men sum er samanrenningin – synergiin – úr menniskjansligum ørvum, sum allir renna sama veg.

Eitt seinri klimax er gitni Jólafundurin, sum av álvara festi í og kveikti. Gamaní verður romantiska tjóðskaparrørslan politiserað við flokkabýtinum fyrst í hinari øldini, men hetta broytir ikki ta sannroynd, at rørslan undir øllum umstøðum var og hevur verið meginásin í allari menning. Politiserað ella ikki. Tey, sum vóru í broddi fylkingar frá byrjan, hava helst hugsað á sama hátt sum Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi Íslands forseti, táið hon á einum fundi í Keypmannahavn fyri nøkrum árum síðani segði, at: “Ein tjóð er ikki eitt kvantitativt fyribrigdi, hon er eitt kvalitativt fyribrigdi. Tað finnast hvørki smáar ella stórar tjóðir, - tað finnast bara tjóðir.”

Eitt nógv brúkt orð í tíðini er tað, sum bretar rópa “nation building” – tjóðarbygging ella tjóðarlaðing. Oftast verður hetta brúkt um tjóðarlaðing í einum nationalstati, um at styrkja og menna vitalu súlurnar undir tjóðini, undir nationalstatinum, og táið vit øll eru samd um, at vit eru ein sjálvstøðug tjóð, við egnum máli og egnari mentan, og kortini ongum stati, so eiga vit at vera ógvuliga árvakin í mun til hetta høpi, sum áhaldandi laðing av tjóðarvirðum og varðum er fyri okkum sum nú liva, og ikki minst fyri tey, sum skulu arva hetta landið.

Hesi meira enn stórthundrað árini, síðani tjóðskaparrørslan veruliga festi í hjá okkum, hava vit vunnið ein sigur fyri og annan eftir í tjóðarlaðing. At háskúlamenninir, teir stóru idealistarnir og hugsjónarmenninir, Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen, vóru so skjótir á takinum, hevur havt ein kolossalan týdning fyri alla menning í Føroyum. Starv og strev teirra fyri føroyskum áhugamálum kann ikki undirmetast. Vældubbaðir í donsku háskúlarørsluni transformeraðu teir óræddir og undir vána korum hesa nýggju slóð inn í fatanina hjá føroyskum ungmennum. Ótaldar eru frásagnirnar frá fólki, sum í nakrar krákumánaðir undir teirra kønu hondum fingu kveiking og íblástur um egna megi og álit á landi og fólki. Tað kann ikki mátast við tummastokki, verk teirra, kanska er tað orsøkin til, at vit í eini støðugt meira materialiseraðari verð ikki hava reist teimum minnisvarðar, sum tøkk fyri eitt ómetandi dugnaverk. At broyta tjóðsangin hjá Símuni, kollektivu ognina, ið øll kenna seg at eiga ein ognarlut í, soleiðis sum ein gamal innanríkisráðharri norðaneftir mælti til nú ein dagin, sigur kanska nakað væl um, hvussu yvirfladisk vit eru vorðin. Helst eru onnur og nýggj átøk neyðug í tjóðarlaðingini, táið kosmetikkur, mascara og tómar yvirskriftir í alt størri mun hertaka miðlarenslið. Tjóðsangurin er sum Merkið, botnurin í samleikanum hjá okkum øllum, so, vælsignaði, latið hesi súmbolini og klenodi´ini hava frið og náðir í einum støðugt broyttum samfelag og heimi. Tað ræður um at hava treystar vitar at stevna eftir, at rógva aftur á aftur, á tryggari grund, táið tað annars kámast fyri eygunum av uppgangi og onkisigandi strokum.

Aðrir ósyftandi sigrar eru viðurkenningin av føroyska málinum í kirkjum og skúlum, týðingarnar av Heilagu skriftunum, Bíbliuni, sum kanska meiri enn nakað annað átak slóðaði málinum rás inn í hvørt einasta hjarta í landinum, sálmarnir, fosturlandssangirnir, avrikini hjá rithøvundum og skøldum okkara, skipanin av føroyskum miðnámsskúlum, av einum alt meira føroyskum læraraskúla, sum varpaði sínar teknar út í ytstu krókar landsins, fróðskaparsetri, útvarpi, sjónvarpi, staðfestingin av ognarrættinum av havleiðunum út á 200 fjórðingar og ikki minst støðugt vaksandi ávirkanin á politisku viðurskifti landsins hesi seinastu 60-70 árini.

Eitt tankaeksperiment kundi tað verið at spola hesa søguligu tjóðskaparkykmynd eftir hæli, at hespað upp tjóðskapin úr noðanum aftur. Tástani høvdu vit sæð veruliga tærið í hesi rørslu. Rúgvismikla bulin, sum kom burturúr. Nú ætlanin er at skipa føroyskan máldag, á føðingardegi hansara, sum skipaði – struktureraði - okkum móðurmálið, kom eg at hugsa um týdningarmikla leiklutin, sum tann góði kennarin hevur fyri í fyrsta lagi sínar næmingar og av somu grund fyri alt samfelagið, tjóðina. Við dygga førninginum norðan frá Gjógv og frá kennaraskúlanum í Havn vegaði Hans Jákup Sigvardsen, sáli, okkum ræsir inn í hetta fantastiska universið, sum tað føroyska málið er, øll tey seinru árini í Glyvra skúla. Hann skrivaði sína egnu mállæru, ein lítlan reyðan bókling, ei dáni í, tí á bróstinum í lítla skúlanum við Gjógv, haðani so mangir fróðarmenn er kálvføddir sum tjóðarlaðarar, hanga ikki danskir kongar og tróna í raði. Har hongur málmeistarin, sum hevur allan heiður uppibornan. Venceslaus Ulricus Hammershaimb.

Alt er í støðugari broyting, og hann sum tvíheldur um, at status quo og íhald er leiðin fram, hann doyr í globala pulserandi lívinum, sum nú herjar heimin. Trýstið á smáar mentanir er øgiligt og mál doyggja - eitt fyri og annað eftir. Fer málið – følnar tungan - kemur hóttafall á mentanina, og eftir tað er alt foykt burtur. Uttan tjóðskaparliga samleikan avtoftast oyggjarnar, so dygt sum metropolarnir í hesum døgum krøkja í okkum menniskju. Og í føroyskum viðurskiftum eru tað vit, og bara vit, sum eiga ábyrgdina og lutin at dubba og gera neyðugu íløgurnar á nationala frontinum. Og sohvørt sum loftsnældur og alnet físa alskyns fremmant hugsannargóðs og krákugull niðuryvir okkum, ájavnt og áhaldandi, mega vit tryggja javnvágina úr egnum jørðildi. Ongin orsøk er til at steingja fyri alheiminum, tvørturímóti, menning kann fáast burtur honum, um vit megna at seta nýggju rákini inn í ein føroyskan kontekst, sum er trúgvur ímóti tjóðskaparfatanini, sum higartil er tað undirstøðukervi, sum hevur borið størstan ávøkst í Føroyum.

Havi eina fatan um, eina kenslu av, at ein ov stór líkasæla, í hesum stóra spurningi, um grundarlag okkara, tjóðskapin, spakuliga – líðandi - hevur fingið takholt á okkum. Vit eru í meira lagi dragnað í tjóðarlaðingini, og tað tykist sum, at politiska skipanin svíkur onkursvegna. Kom at hugsa um yrkingina “Hjarta í sýrubað” hjá Sigri M. Gaini:

Hjarta mítt

svimur í sýru

eg fái ikki

anda

Høvd mítt

er eitt

kuldaskáp

heili mín

liggur í dvala

Bein míni

fáa ikki steðgað

flýggjandi undan

pínu

Hjartanum

tørvar basu

til dømis

 lívsbasu

Føroyska tjóðin hevur ásamt tørv á tjóðarlaðing. Vit undrast kanska á, at samfelagið er vorðið so nógv ríkari ídag, enn tað var fyri hálvthundrað árum síðani, táið høvini vóru fræls og vinnumøguleikarnir ótømandi, at vit eftir tað, sum fyri fleiri tóktist sum ein avmarking, ásetingin av 200 fjórðinga fiskimarkinum, hava megnað at smíða okkum eitt vælferðarsamfelag eftir norðurlendskum leisti. Avmarking og vøkstur hanga líkasum ikki saman í vanligari fatan, men niðurstøðan kann ikki vera onnur enn hon, at stóra íløgan í undirstøðukervi, samflættanin av landinum í vegi, brúm og tunlum, og stóra íløgan í skúlaskap og mentan, er mesta orsøkin til óvanliga framburðin hesi árini, hóast ringar kreppur eisini hava rakt okkum.

Samstundis sum vit tryggja spísikamarið, vinnuliga undirstøðukervið, umvegis lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygga tøku úr livandi tilfeinginum, mega vit fremja tjóðarlaðing við øktum granskingar-, mentanar- og kensluútboði. Fróðskaparsetrið skal mennast til eitt veruligt universitet, sum eisini er eitt seriøst tilboð til fremmandar studentar. Áhaldandi má íløga gerast í frálærutilfar á føroyskum máli. Bráðneyðugt er at gera eina munandi íløgu í føroyskt sjónvarp. Fremsti granskingarstovnurin, Havstovan, má fáa rætta amboðið at gera vísindaligar rannsóknir á hesum øgiligu víddunum, sum føroyskar havleiðir eru. Eru vit pírin við íløgunum, sum skulu framtíðartryggja samfelagið, so kann spádómurin hjá Róa Patursson, sagdur í øðrum samanhangi, í ringasta føri ganga út:

Vit eru okkara egnu barbarar

onkustaðni millum heims og heljar

vakna friðardýrini

úr ljótum dreymi

krígsdýrini hvessa tenn

arbeiðsdýrini busta stilvarnar

neyðardýrini yrkja og skriva

skriðdýrini yvirliva.

Jens Pauli Heinesen skrivaði í sjeytiárunum sjónleikin “Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi?” Støðið var tikið úr søgnini um Anniku í Dímun. Føroyska tjóðin hevur tað ikki verri enn aðrar, langt frá tí, men røkt og menning eru áhaldandi neyðug. Tjóðin er okkara alra, ongin ella vit øll eiga hana. Hon er í okkum, vit standa á henni og á flogi ferðast vit á veingjum hennara. Hvør ið politiski stakkurin skal vera, sum vit klæða hana í, tað verður ein temperamentspurningur samvarandi politisku hugsjónunum hjá hvørjum einstøkum. Og hóast bygdarmaðurin Jóhan Petersen og eg eru grundleggjandi og ósvitaliga ósamdir, formenn í hvør síni útriðu í oynni, um tað skal verða danski nationalstaturin ella ein føroyskur nationalstatur, ið skal vera politiski karmurin um føroysku tjóðina, so eiga vit líka nógv í henni báðir, og somuleiðis hava vit ájavna ábyrgd av at røkja og menna hana til frama fyri ókomin ættarlið á oyggjunum, hesar sum vóru okkum tillutaðar frá landnámi. Máttu dagarnir verið sum styrki tín, og Merkið veittra yvir tjóðini í allari framtíð. Súmbolið verður ongantíð magnfylri enn tærið í tjóðini. Ábyrdin er tín og mín og bara okkara.