Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðarsemju um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land – nú !

Søguligar rembingar eru í føroyskum politikki í løtuni.

Ongantíð áður hava umboð úr so nógvum flokkum á Løgtingi sagt seg vilja hava broytingar í ríkisrættarligu støðuni, og sagt seg vilja virka fyri, at Føroyar verða skipaðar sum sjálvstøðugt land, sum nú.

Hetta er støðan eftir at løgmaður hevur boðað frá, at hann ynskir eina umskipan av verandi ríkisrættarligu støðu. Frá verandi ríkisfelagsskapi til ein ríkjafelagsskap, har londini samstarva sum sjálvstøðug lond í einum felagsskapi.

Hetta eru ómetaliga góð tíðindi. Tí hetta er sjálvandi rætti vegurin at fara.

Havi stóra virðing fyri, at løgmaður velur at gera vart við sína støðu í hesum máli. Ivist onga løtu í, at royndirnar, ið løgmaður hevur gjørt sær úti á Tinganesi seinastu árini, hava víst á greiðu vansarnar við verandi skipan og sólarkláru fyrimunirnir við einum felagsskapi millum sjálvstøðug lond.

Sjálvstøðug lond í javnbjóðis samstarvi – sjálvandi

Júst eitt skipað samstarv millum sjálvstøðug lond er eisini tann skipan, ið arbeitt varð við í fullveldissamgonguni. Ynskt varð, at skipa ein sokallaðan frælsan felagsskap (Free Association) millum Føroyar og Danmark, har londini - sum sjálvstøðug lond - samstarva um eina røð av økjum. Tílíkar skipanir eru eisini kendar úti í heimi.

Skal verða talan um ein veruligan felagsskap eiga partarnir at samstarva á javnbjóðis føti, og er henda skipan tí eitt stórt framstig í mun til verandi støðu.** Breiður meiriluti á Løgtingi fyri sjálvstøðugum Føroyum** Breiður meiriluti er eisini á Løgtingi fyri at endurnýggja ríkisrættarligu støðu okkara og at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land.

Verður fyrst hugt at teimum flokkum, sum hava fráboðað at teir vilja arbeiða fyri, at Føroyar gerast sjálvstøðugt land, so umboða hesir flokkar 19 av 33 tingfólkum:

Tjóðveldi 6 tingfólk

Fólkaflokkurin 8 tingfólk

Framsókn 2 tingfólk

Miðflokkurin 2 tingfólk

Sjálvstýrisflokkurin 1 tingfólk

Íalt 19 tingfólk

Hartil eru fleiri tingfólk bæði í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, ið taka undir við eini tjóðarsemju um hetta týðandi mál. So samanlagt verður talan um væl yvir 20 tinglimir.

Sostatt er als ongin ivi um, at løgmaður hevur meirilutan av Løgtinginum og fólkinum aftanfyri seg í hesum máli.

Søguligi møguleikin er nú

Tí er nú søguligur møguleiki fyri, at fáa eina tjóðarsemju millum politisku flokkarnar um eina heildarætlan fyri skipan av Føroyum sum sjálvstøðugt land og einum endurnýggjaðum samstarvi við Danmark. Eydnast hetta, so hevur løgmaður lagt lunnar undir eitt av størstu framstigum í Føroya søgu. Eru orðini hinvegin bert orð uttan gerð, so standa vit enn sum áður í stað í verandi “hvørki-støðu”.

Við jøvnum millumbilum eru søguligir møguleikar fyri, at gera stór politisk framstig. Ein av hesum søguligu møguleikum er nú.

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi