Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jenis av Rana, landsstýrismaður

Myndina hevur Andri Gerðisá tikið

Tjóðleikhúsið nærkast

- Dreymurin um nýtt tjóðleikhús er nærri nú, enn hann var í fjør, staðfesti Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum, tá mentanarheiðurslønirnar vórðu handaðar í Løkshøll í kvøld. Hann segði, at áðrenn summarfrítíðina vita vit, hvar tjóðleikhúsið skal staðsetast og hvussu tað skal síggja út.

- Vit hava longu skrivað út eina kapping í tveimum stigum. Fyrsta stigið í kappingini snýr seg um, hvar nýggja tjóðleikhúsið skal staðsetast. Og longu 1. februar – tað vil siga um einar tríggjar vikur – skulu uppskotini vera inni, greiddi Jenis av Rana frá. 

Triðja mars verður næsta stig av kappingini skotið í gongd. Tá er avgerðin tikin um, hvør staðsetingin skal vera. tað verður gjørt út frá innkomu uppskotunum, og í hesum næsta kappingarstiginum skulu arkitektarnir gera uppskot til, hvussu tjóðleikhúsið skal byggjast í samljóði við valdu staðsetingina.

Landsstýrismaðurin var sjónliga fegin, tá hann staðfesti, at vit áðrenn summarferiuna í ár fara at vita, hvar Føroya tjóðleikhús skal byggjast – og hvussu tað fer at síggja út.

Jenis av Rana segði seg vóna, at arbeiðið um eitt ár er komið so mikið langt, at tað kann bjóðast út.

Fimm ymisk samtøk av arkitektum hava meldað til kappingina – øll samtøkini eru føroysk.

Myndina hevur Andri Gerðisá tikið