Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðveldi frítt spæl - hvar er løgmaður?

Fjúrtanda September Samgongan hevur sitið við valdið í stívliga tveir mánaðir, og tey, ið spáddu, at hetta fór at verða eitt víðgongt stýri, fingu rætt. Politikkurin, ið higartil er lagdur fyri dagin, vísir, hvussu Tjóðveldi trumlar sítt ígjøgnum, og hvussu Javnaðarflokkurin ókritiskt leggur rygg til.

Nýggjasta “bragdið” er, at samgongan brýtur seg inn á arbeiðsmarknaðin og sáttmálar á fiskivinnuøkinum. Tað er óhoyrt. Hvussu kann Javnaðarflokkurin góðtaka, at Tjóðveldi traðkar fría samráðingarrættin undir fót?

Landsstýrið og samgongan trumla ivasaman politikk ígjøgnum. Tey fara fram eftir fummum. Tak t.d. aktuella spurningin um endurgjald til kommunur fyri eldraøkið. Tak avgjøld á fiskvinnuna og skatting av alivinnuni. Hægri avgjøld á bensin og diesel. Og soleiðis frameftir. 

Fjúrtanda September Samgongan eftirlýsti breitt samstarv, men hon praktiserar tað øvugta – bæði móti politisku skipanini, andstøðuni, vinnu og kommunum. 

Hvar fór viljin til samstarv og breiðar semjur?

Eitt er, at Tjóðveldi hevur fingið Javnaðarflokkin á glið við at gloypa loysingargrundlóg og yvirtøkur. Tað kemur Føroya fólki aftur um brekku seinni. At Javnaðarflokkurin harumframt góðtekur, at arbeiðsmarknaðurin verður niðurlagaður, og at eldraøkið úti hjá kommununum verður undirfíggjað – tað skilir eingin. 

Hvar er løgmaður?

Bárður S. Nielsen
Formaður Sambandsfloksins