Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðveldi gloymdi sítt egna uppskot

Politiska minnið er stutt, verður ofta sagt, og onkuntíð kann tað vera so stutt, at fólk ikki minnast, hvat tey sjálvi hava gjørt. Hetta upplivdu vit í løgtinginum týsdagin, tá uppskotið hjá Jørgeni Niclasen um stuðul til rentuútreiðslur av lánum var til viðgerðar.

Kristina Háfoss, sum var framsøgufólk fyri Tjóðveldi, hevði lítið gott at bera uppskotinum, tí hetta fór at vera steinur omaná byrðu hjá sethúsaeigarum. Men tað sum Kristina eftir øllum at døma hevði gloymt var, at tann 5. mars 2009 legði Tjóðveldi eitt uppskot um tað sama fyri tingið, og tað uppskotið var munandi víðgongdari enn uppskotið hjá Jørgeni Niclasen.

Meðan Jørgen Niclasen skjýtur upp, at rentustuðulin skal lækka eitt prosent um árið í fimm ár, so skeyt Tjóðveldi upp, at stuðulin skuldi lækka tvey prosent annaðhvørt ár og trý prosent annaðhvørt ár, og hetta skuldi ikki bara vera í fimm ár, men tað skuldi halda fram, líka til allur stuðulin var burtur í 2025.

Eg eri samdur við bæði Tjóðveldi og Jørgeni Niclasen í tí, at rentustuðulin er í roynd og veru ein stuðul til bankarnar, og tí er hann ein vánalig loysn. Hinvegin, so duga vit øll at síggja, at av tí at fólk hava tikið lán við hesi fortreytini, so ber illa til at strika stuðulin í einum høggi. Spurningurin er so, hvussu líðandi skal yvirgongdin vera? Har hevur Jørgen Niclasen valt eina lagaligari yvirgongd, enn Tjóðveldi gjørdi í teirra uppskoti.

Tí er tað løgið, at Tjóðveldi nú hartar landsstýrismannin, fyri at leggja stein omaná byrðu hjá húsaeigarum, tá tey sjálvi valdu ein størri og tyngri stein at leggja omaná somu byrðuna.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður