Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TJÓVELDI SKERJIR PENSJÓNINA HJÁ FÓLKAPENSJÓNISTUM

Tað segði valevni hjá Tjóðveldi fyri løtu síðani í ÚF í spurninginum um “loysing og samband”. 

Teir vilja skerja ríkisveitingina her og nú!

 ..... og tí kunnu vit spyrja: Hvussu ætlar Tjóðveldi at fíggja tær 220 mió. sum danir gjalda til Føroyskar pensjónistar, tá teir hava strika blokkin?

Ríkisveitingin til pensjónir tær 220 mió. svara til uml. 40% av samlaðu útreiðslunum sum landskassin hevur í sambandi við útgjald av pensjónum.

Ætlað teir so við øðrum orðum at lækkað allar pensjónir við teirra uppskotið við um. 35%? Tað vóni eg ikki at teir fáa undirtøku fyri.

VARÐVEITA EGNAN DK BLOKK

Men sjálvir hava teir einki ímóti at fara niður í danska ríkiskassan eftir peningi í sambandi við fólkatingsval. Teir hava hevjað millum 2 til 3 mió. kr. til hetta endamál, og føra valstríð í Føroyum fyri danskan pening. Tey næstu 4 árini standa teir at skula fáa eina hálva millión krónur hvørt ári.

Tá tað snýr seg um teir sjálvar er einki óført.

Lasse Klein,

Valevni fyri Nýtt Sjálvstýri