Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

To do list: Ignorera politikkarar

Tað er blivið smá deprimerandi at fylgja við føroyskum samfelagsviðurskiftum: Avlurting er eitt must, Sandoyartunnil eitt must, hægri løn til politikarar eitt must, at kúga samkynd er eitt must osfr.

 ... men hvør er felagsnevnarin fyri Ólavsøkuna, Pál Joensen, G! Festivalin, Summarfestivalin, undirhald hjá Jákup Weyhe, KOKS kokkar í heimsflokki, tónleik í heimsflokki, Fountain House, Prix Føroyar, Famará við Johan í Kollafirði, Livar Nysted osfr.? Well har er meir enn ein felagsnevnari. Tann eini er, at tey flestu av okkum seta hetta í samband við nakað positivt og gevandi. Hin felagsnevnarin er, at onki av hesum er sett í verk av politikkarum!

Tí er tað nokkso komiskt, at fjølmiðlar og fólk generelt spilla eina fanans rúgvu av orku upp á alt tað, sum politikarar IKKI gera. Tað er sirka tað sama sum at senda jólamanninum eitt ynski, og so fáa gron yvir, at mann IKKI fekk tað, sum mann ætlaði sær.

Tað, sum eg royni at siga er, at um vit siga bei bei politikkur og taka sakina í egnar hendur, so hava vit knappliga eitt monster potentiali í Føroyum.

Eg veit, at tað ber til, tí eg havi sjálvur roynt tað. Í 2011 greiddu eldsálir politikarum frá, at eitt Fountain House hevði verið kærkomið hjá sálarsjúkum føroyingum, men ongin politikari gjørdi nakað við málið. Tað var ikki fyrr enn fólkið tók sakina í egnar hendur, at okkurt byrjaði at henda, og støðan bleiv so mikið flóvislig fyri politikarar, at teir eisini noyddist at hoppa upp á vognin.

Um vit leypa tað politiska liðið um og traðka spitarin í botn, so fáa vit eina øgiliga kreativa orku. Og brúka vit hesa orkuna rætt, so skulu Føroyar nokk blíva eitt mega feitt stað.

Hergeir Staksberg