Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tobbi “Fake News ella Alternative Facts”

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen “Tobbi” hevur helst fingið ein nýggjan turbo penn. Greinarnar koma knappliga, við nógvari ferð og fevna víða, sum danir vildu sagt “Som skidt fra en spædkalv”.

Tobbi er helst staddur í USA og hetta fekk meg at hugsa um stílin hjá Trumph við “Fake news og Alternative Facts”.

Ein trupulleiki, ið lesarin stendur við, er hvønn Tobbi umboðar tá ið greinarnar verða skrivaðar. Tobbi sær út til, at eiga nógvar keppar. Hvønn kepp hann hevur, á høvdinum tá ið greinarnar verða skrivaðar velst um hvørjar umstøðurnar eru. Greinarnar kunnu tí verða skrivaðar úr ymiskum sjónarhornum so sum: Tjóðveldismaður, Gøtumaður, Borgarstjóri, fyrrverandi tingmaður, Havnafúti, Havnaloðsur, Umboðsmaður fyri reiðarí, persónurin Torbjørn Jacobsen, umboð fyri Samherja - “Faroe Origin” ella onkur heilt annar. Greinarnar verða ikki minnið áhugaverdar um Tobbi byrjaði við klárt at upplýsa úr hvørjum sjónarhorni greinarnar eru skrivaðar.

Haldi at Tobbi sipar til mín (MJ), sum privatpersón, í einari grein ið liggur á VP undir heitinum  “Tórbjørn Jacobsen : Segði nakar politisk útluting?”

Lesi at Tobbi setir meg í samband við tveir aðrar privatpersónar ÁD og HAK. Gangi út frá, at talan er um Árna Matras Dam av Norðskála og Hans Andrias Kelduberg úr Hoyvík.

Lat tað verða sagt beinanvegin, at eg eri ikki keddur av at verða settur í samband við hesar báðar, tvørturímóti. 

Veit ikki hvussu Tobbi hevur sjussað seg fram til, at eg skal eiga lut í fiskivinnu nýskipanaruppskotinum hjá samgonguni. Eg havi einki við hetta uppskot at gera. Viðvíkjandi uppskotinum sjálvum so haldi eg, at tað er óbrúkiligt, fløkt og nærum ógjørligt at umsita. 

Somuleiðis dugi eg ikki at síggja nakra meining við uppskotinum, ið eftir mínum tykki, hvørki er fuglur ella fiskur, men bert gevur fiskimálaráðharranum heimildir til reina politiska útlutan.

Eftir at hava lisið og lurtað eftir tí, sum ført hevur verið fram um fiskivinnunýskipanir er mín meting, at besta nýskipan kann fáast við at taka støði í Leisti 2 ”Uppboðssølu við forkeypsrætti” (punkt 7.16 á síðu 109) í álitinum frá fiskivinnunýskipanarbólkinum, Hesin leistur tryggjar javna kapping, tekur hædd fyri verandi aktørum eins og nýggir aktørar fáa møguleika at bjóða seg fram. Skipanin kann nýtast fyri allan flotan, einasta ivamál er hvør byrjunarstøðan skal verða.

Tobbi skrivar ”ÁD, MJ og HAK - allir meira og minnið miseydnaðir yvirhøvur”– eg skal lata verða við, at úttala meg um hvussu væl- ella miseydnaðar vit meta okkum verða og somuleiðis eisini lata verða við, at koma við meting um hvussu væl- ella miseydnaður Tobbi er - at verða persónligan lata vit Tobba um. Vóni tó ikki at hann fer, at senda út skriv sum Borgarstjóri um hvussu væl- ella miseydnaður hvør einstakur privatur borgari er í Runavíkar Kommunu.

Eg skal tó vísa á tvey meira ítøkilig viðurskifti har Tobbi, sum almennur persónur (politikari), hevur havt avgerandi leiklut.

Í 2010 stóðu Føroyar í einari ”vinn ella forsvinn”- støðu har møguleiki var fyri at krevja meira Makrel rættindi.

Vit tríggir ÁD, HAK og MJ vóru ógvuliga aktivir og gjørdu eitt stórt arbeiði, bæði fysiskt og lobby, fyri at vit skuldu krevja meria rættindi. Tað vóru sera fá í Føroym ið tóku undir okkum um at krevja okkara rætt til tilfeingið. Haraftur ímóti vóru fleiri íð arbeiddu sera hart ímóti at vit skuldu krevja okkara rætt.

Tobbi var ein at teimum ið var harðast ímóti at vit skuldu krevja okkara sjálvsagta rætt, haldi at hann ikki hugsaði seg um hvat ið han gjørdi men heldur rann sneisaørindi fyri ávís reiðarar.

Tíbetur miseydnaðist ætlanin hjá Tobba og myrku afturhaldskreftunum, at ræða Føroyingar frá at krevja okkara sjálvsagda rætt til uppsjóvartilfeingið. Hetta tilfeingið er nú ein av grundarsteinunum fyri at vit kunnu halda leiðina fram ímóti einum sjálvstøðugum búskapi.

Í 2011 var Tobbi aftur uppá spæl. Samgongan ið hevði skaffað okkum makrelin var í trupulleikum og tí fóru Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn saman í ein sokallaðan Makrelbólk.

Hesin bólkur skuldi býta hetta nýggja og fyri Tobba óynskta tilfeingið. Vit tríggir ”ÁD, HAK og MJ” hildu at hetta tilfeingið, ið var fingi til vega á Føroyaleiðin, sjálvsagt skuldi býtast til teir persónar og feløg, ið høvdu fiskirættindi á Føroyaleiðini. Ein slík útlutan vildi eftir okkara metan verið saklig og rættvís. Her miseydnaðist hjá okkum trimum. 

Makrelbólkurin valdi at geva meginpartin til nøkur fá ”politisk útvald” reiðarí og valdu soleiðis at viðgera rættindahavarar ymiskt. Eg var ikki hjástaddur, tá ið hetta arbeiði fór fram, men mær er greitt frá, at høvuðspersónarnir, ið stóðu fyri býtinum, vóru Tobbi úr Tjóðveldi og Magni Laksáfoss úr Sambandinum.

Tí eri eg eri sera samdur við Tobba, tá ið hann skrivar ”Eitt er vinnulig korruptión, væl verri er hin politiska korruptiónin.”

Tað eru fleiri enn vit tríggir, ið halda at alt ikki fór rætt fram í hesum makrelbýti. Tann, sum er farin longst við hesum máli er felagið P/F Líraberg. P/F Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum, í 2012, tí felagið heldur at býtið var ikki í samsvari við lógina. Felagið hevur verið í rættinum tvær ferðir. Fyrru ferð fekk P/F Líraberg ikki viðhald í sínum pástandi, men var úrskurðurin av einum slíkum slag, at Líraberg valdi at fara víðari við málinum. Rættarfundur var tann 14. - 15. mars og roknast kann við úrskurði 23 mars.

Nú bíða vit við spenningi eftir hvat dómsvaldið sigur til hetta sakarmál. Úrskurðurin kann, eftir mínum tykki, fáa ávirkan á hvussu fiskivinnu nýskipanin skal skipast.

Tobbi má halda mær tilgóðar um ÁD ikki stendur fyri Árni Matras Dam, HAK fyri Hans Andrias Kelduberg og MJ fyri Meinhard Jacobsen.

Tað er nógv nemmari fyri lesaran at skriva full nøvn heldur enn skuggakent myrkaspæl við forbókstavum.

Vh

Meinhard Jacobsen (MJ)