Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TÓFF byrjar leygardagin

TÓFF – Tórshavnar filmsfestivalur byrjar í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. februar við føroyskum filmsfagnaði og ókeypis filmi fyri alla familjuna.

Tíðindaskriv:

Á ársins filmsfestivali verður ein heilur dagur bara við føroyskum filmi. Gunvør Balle, varaborgarstjóri, Sif Gunnarsdóttir og Jan Berg Jørgensen seta filmsfestivalin kl. 14.00. 

Aftaná verða allir filmar, sum hava vunnið Geytan og Áskoðaravirðislønina frá 2012 til 2015 vístir. Millum hvønn filmin er steðgur upp á 10 minuttir, so til ber at ganga inn og út og velja hvørjar filmar, man vil síggja.

Samstundis verða filmir fyri børn vístir í Norðurstovu. Vit fara at vísa stuttfilmirnar: Home Sweet Home, Lili, Søgurnar hjá langabba mínum, Rita og krokodillan, og Vitello gravar eitt hol. Flestu filmirnir eru ætlaðir teimum minstu børnunum, men øll børn er vælkomin, og tey kunnu koma og fara, sum teimum lystir.

So hetta kann verða ein hugnaligur dagur fyri alla familjuna. Tiltakið er ókeypis.