Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tøgnin lekir ikki pedofeli

Ein vinmaður segði við meg ,at tað danska Ekstrablaðið er tað sama sum tað føroyska Oyggjatíðindi og uttan hetta blaðið er tað sama sum at ímynda sær eitt land uttan lógir.

Tá ein miðil far snertin av einari sensatións-søgu og miðlafólki má taka støðu til her og nú, hvussu boðskapurin skal formulerast sjálvsagt krydrað við einum dramatiskum orðavali, tá er tað nemt hjá borgaranum at verða drigin av yvirskriftini og eitt kollektivt masse-hysteri verður skapt, tí knappiliga er eitt evni blivi placera á eina forsíðu, sum bæði er øsanði, ræðanði, tabu-belagt, óskiljandi og samlar bæði uppá gott og ónt alt fólkið, til tess við vón um at fáa avgreitt eina loysn uppá problematikkin.

Í huganum mugu vit sjálvsagt eisini minnast til ,at privati miðlaheimurin og nú eisini KVF í so máta við útgangspunkti hevur til endamáls at forvinna pening og økja um framleiðsluna og harnæst sekundært verða upplýsandi við innihaldinum og útvíðka tín horisontala vitan um evnini og viðgera evnið á ein seriøsan og neutralan hátt, har báðar síður av problematikkinum verða viðgjørdar, um hvør er tann ákærdi og hvør er offrið, hvat er tann essentielli trupuleikin í málinum og at eins long talu og fyrireikingartíð til báðar partar er ein sjálvfylgja.

Hetta skal als ikki skiljast frá mínari síðu sum um, at hetta er eitt decidera faktum, tí ofta hanga báðar raðfestingar saman, tí uttan góðsku og tyngd í tí borðreiða journalistiska tilfarinum, so velur ein partur av fólkinum, at ikki keypa tabloid-blaðið, men tað er eisini ein sannroynd og felags fyri øll fólk, at vit liva í einari tíð, har tíðindi um morgunin eru gomul tíðindi kl 12.00 og tí kann ein lemjandi yvirskift um pædofili, sagtans verða livulig, langt eftur kl 13.00, tí hetta evnið, bæði ávirkar okkara kenslur,, setur okkara rationella tankavirksemi uppá eina harða roynd( trúnna uppá tað góða í menniskjum), okkara meining og hugburð víðvíkjandi revsing, okkara tollyndi og demokratiska ákoðan um ,at øll menniskju skulu koma til orðanna og skulu kunna virka og liva í okkara landi óansæð, hvat viðkomandi persónurin er ákærdur og dømdur fyri.

Tað eru nógvir mátar, at kjakast um problematikkin og ymiskir mátar at uppseta præmissir fyri, mátanum, evnið ynskist at verða viðgjørt.

Eg dugi ikki at fáa eygað á, at evnið er blivi byrjunar-viðgjørt av teimum føroysku fjølmiðlunum og eg ivist stórliga í, at hetta fer at henda í nøkrum øðrum blaði enn Oyggjatíðindi og um so er, hvat og hvar er so tann grundleggjandi problematikkurin í okkara føroyska fjølmiðlaheimi !

Um so er ,at miðlarnir í ov stóran mun avspegla fólksins hugsunarhátt og okkara máta at áskoða og verja okkara mentan og samanhald, so kann mann líka so væl niðurleggja tí fjórðu statsmaktina, sum ikki bara í útgangsstøði skal tala og verja fólksins sak, men so sanniliga SKAL vísa sitt trúvirði, sín karakter, sítt dirvi og styrki til at tala sakina hjá einum minniluta bólki, óansæð um fólkini eru undir ákæru ella eru offrini og pliktin hjá miðlunum er at grava, leita og finna fram og greiða okkum borgarum frá, teimum upplýsningum, sum eru relevantir og geva okkum eitt meira nuanciera bíðlæt av, hesum ræðusøgum, sum ikki kunnu ella mugu tigast burtur.

- Duga vit ikki, at seta orð á ella at tosa um hetta evnið ella tora vit ikki !!

- Er hetta eitt ov nærgangandi evnið !!

- Stúra vit fyri teimum svarum, sum kunnu stingast burturúr gravandi journalistikki !!

- Vita vit ikki, hvat vit skulu stilla upp við einum pædofili-dømdum persóni, bæði hvat viðvíkjir revsitiltøkum og hvar skal hann / hon liva í frið og náðum í landinum!!

Sum nú er, hava vit eitt dansk tabloid-blað, sum ásetur præmissirnar fyri á hvønn hátt, allur problematikkurin um pædofili-misnýtslu í Føroyum verður viðgjørdur og hvørjar konklusiónir skulu dragast, fyri at byggja fundamenti fyri næstu yvirskift og hetta er bæði spell og eitt varskóg um manglandi dirvi og journalistiskan frekleika hjá teimum føroysku fjølmiðla-fólkunum, tí júst hesir eginleikar, geva tykkum rættin til, frá borgarans síðu, at virka undir heitinum “ vakthundurin - tann fjórða statsmaktin”.

Karl Jóhan Staksberg.

e-mail addr : runesean66@hotmail.com