Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tøkk til løgmann

Nú er mikil frøi á øllum Føroya fólki, tí nú hava vit tikið eitt stórt stig á framaleið.

Vit hava samtykt á samhaldsføstum grundarlagi at útbyggja okkara samfelag við tveimum undirsjóvartunlum, soleiðis at koyrandi verður millum allar bygdir í sjey av okkara oyggjum.

Sjálvandi vita vit, at hóast móðurmálsorðabókin sigur, at tunnil bendist sum himmal, so koma vit ikki inn í himmiríki fyri tað um okkara samferðslukervi batnar. Vit hava tó royndir, sum vísa, at landið verður betri at liva í av tí at hetta framstig hendir. Vit sleppa undan at bíða eftir ferjum, og vit kunnu fara og koma tá tað hóvar okkum. Fyri alla framleiðslu hevur tað nógv at siga, at fólk og fæ ótarnað kunnu flytast. Til ber at leggja virki allastaðni og fólk kunnu búgva hvar tað skal vera og arbeiða allastaðni.

Sjálvandi er talan um munandi íløgur, men í mun til tann vinning, sum vit øll fara at fáa, er hendan íløga bert pináts. Av tí at viljin er til at fáa verkið framt, finna vit í felag fram til, hvussu íløgan skal gjaldast aftur.

Nú ið komið er til hetta glæsiliga úrslit, er øll orsøk til at takka einum manni, og tað er okkara løgmanni. Hann hevur tíbetur havt tann hugburð, at hetta er rætt at gera. Ringt var hjá honum at fáa hinar tingmenn at ganga við til hesa verkætlan, tí hildið var, at vit í felag ikki orkaðu at gera hetta, men noyddust at fáa útlendingar at reisa kapital og gera arbeiðí og fáa inntøkurnar av teimum bilum, sum fóru at koyra gjøgnum tunlarnar.

Løgmaður arbeiddi so loyalt eftir hesi áseting løgtingsins. Men tá tað gjørdist greitt, at henda loysn var vánalig, var hann maður fyri at broyta støðu sína og taka upp nýggjan og betri tátt. Tað krevur mikið dirvi at broyta støðu á henda hátt, og tað er at fegnast um, at Kaj Leo Johannesen var maður fyri hesum.

Tá framløgan var, vórðu menn spurdir um tað var nakað, sum teir vildu havt øðrvísi í hesum máli. Teir vístu allir á, at skuldi nakað broytast, so skuldi tað gerast í semju millum allar teir, sum høvdu gjørt semjuna, og tað er ein góður hugburður.

Eitt sum er vert at hugsa um í hesum sambandi er tað, at løgmaður hevur ført fram, at hann heldur at tað rætta er at fáa gjørt tunnil eisini til Suðuroyar. Hetta er sera skilagott. Eitt nú var ført fram á tunnilsfundinum, at ferðslan um sandoyartunnilin kom at vera heldur lítil. Binda vit Suðuroynna uppí, fara vit tí eisini at fáa meir burtur úr íløguni í sandoyartunnilin.

Kostnaðurin av suðuroyartunlinum er sjálvandi stórur, men tað er vinningurin eisini. Øll vita, at Suðuroyarfjørður er vandamikil at sigla. Tí er neyðugt at hava stór skip har. Tey eru dýr í íløgu og rakstri, og fráferðirnar verða fáar. Tørvurin á samskifti verður als ikki nøktaður á henda hátt, og av tí stendst stórur missur.

Samfelag okkara fær ikki tað gagn burtur úr Suðuroynni sum tað átti at fingið, og suðuroyingar fáa ikki nóg nógv gagn burtur úr oyggjunum norðanfjørðs. Hetta hevði alt verið øðrvísi, um tann verkætlan, sum nú verður løgd fyri tingið, varð víðkað til at fylgja visión løgmans og fáa suðuroyartunnilin við.

Zakarias Wang